JFK hevði eitt eftir umstøðunum nøktandi ár í fjør, staðfestir leiðslan í síni frágreiðing.
Konsernin hevði góðar 29 mió kr í avlopi, tá er virksemið hjá JFK Trol, Kvikk og JFK Seafood eisini við.
Um framtíðarútlitini verður sagt, at kvotan í Barentshavinum er lækkað nakað í ár í mun til síðsta ár. Rentan er hækkað síðani nýbygningurin fyri umleið 440 mió kr var kontraktaður, men ein part av rentuni hevur felagið tryggjað. Samanumtikið verður mett, at úrslitið í ár verður á sama støði sum fjør.
- Tó skal viðmerkjast, at tilfeingisgjaldið hækkar áleið 5 mió kr í 2023 og hækkar aftur áleið 10 mió kr í 2024, sostatt ein hækking á 15 mió kr uppá tvey ár, og hetta kemur at ávirka úrslitið.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 690 mió kr og eginognin var við árslok í fjør 358 mió kr.
Hanus Hansen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo