Hagstovan: Fólkatalið vaks við 333 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.815 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men vøksturin gerst minni fyri hvørjar tólv mánaðar, sum ganga. Frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár vaks fólkatalið við 333 fólkum ella 0,6 prosentum. Tað eru knapt 200 fólk færri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá vøksturin var eitt prosent. Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði niður í helvt. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo