Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið vaks við 420 persónum seinasta árið, og 1. apríl búðu 54.642 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammaundan. Hetta sæst aftur í myndini niðanfyri, sum vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 151 og eini nettoflyting á 269 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn í undanfarna tíðarskeiði, og tilsamans gav tað ein minni fólkavøkstur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo