Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum, meðan fleiri vilja tosa um sokallaða “trygga fosturtøku”, fagnar Google Polsku ljósmóðrini Justine Siegemund (1636-1705), sum bleiv kend fyri sín framúr dugnaskap at hjálpa kvinnum ígjøgnum trupla føðing.

Aftaná eina lærutíð byrjaði hon sína yrkisleið við at veita fátækum barnakonum ókeypis føðingarhjálp, men bleiv seinni sett til eitt nú at taka ímóti børnunum í kongaligu familjuni í Berlin. Sum tann fyrsta í Týsklandi skrivaði hon eina vísindaliga bók um føðing og føðingarhjálp úr einum kvinniligum sjónarhorni.

Tann 28. mars í 1690 bleiv hendan bók hennara “The Court Midwife” góðkend sum ein almenn medicinsk lærubók. Hetta bleiv slóðbrótandi fyri yrkið sum ljósmóður og var við til at betra munandi um tryggleikan og heilsuna hjá bæði mammum og pinkubørnum.

Google takkar henni við hesum orðum:

Thank you Justine Siegemund for setting the foundation for modern childbirth education! Your legacy still inspires physicians to take a page out of your book – to make labor and delivery safer for all.

Og eg takki Google við hesum orðum:

Takk Google fyri at varpa ljós á barnið í móðurlívi, á trygga føðing, á ljósmøður og teirra týdningarmikla arbeiði, á barnakonur og mammur, og ikki minst á vitan, vísund og útbúgving innan, hvussu børn verða móttikin á besta hátt inn í hendan heim.

Filmsbrot: trýst her

Rebekka Fuglø Poulsen
Føroya Pro Vita

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo