Í morgin leygardagin, skipar rørslufelagi í Suðuroynni Hvistan fyri gongutúrið, niðan á Ryskivatn.
Hesin túrurin er 9 km langur, er av Tríkantinum í Vági og niðan gjøgnum bygdina og ávgis móti Famará verður snara norðuryvir, har leiðin gongur móti Ryskivatnið. Á leiðini sæst einsini oman yvir sera vakra Botn, áðrenn ein kemur niðan á Ryskivatn.
Túrurin er ætlaður sum gongutúrur, men tey ið ynskja at súkkla, trilla ella renna, eru eisini vælkomin.
Hvistan hevur áður skipað fyri slíkum túrum og hevur undirtøkan verið góð. Túrurin í morgin byrjar kl 11.00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo