Tórshavnar kommuna: Arbeiðið at gera Føroya størsta skúla gongur eftir ætlan. Í løtuni fáast teir við jørð- og lendisarbeiðið.
Jørðarbeiðið undir bygninginum er um at verða liðugt, og farið er undir at leggja kloakk.
Byggikrani er settur upp til betongarbeiðið, sum byrjar fyrsta dagin.
Lendisarbeiðið norðan fyri skúlan verður gjørt nú. Økið verður fyrireikað til at seta niður trø og runnar. Eisini verða øki, har gras verður sátt. Partar av helluni verða reinsaðir um eina tjørn. Og ein rennibreyt verður gjørd um skúlan.
Meira sæst um verkætlanina HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo