Floghavnin í Sønderborg hevði 54% fleiri ferðafólk í oktobur í ár í mun til oktobur í fjør.
Fyrstu 10 mánaðirnar í ár hava 47.000 fólk brúkt floghavnina, sum er 15% meira enn sama tíðarskeið í fjør, skrivar JyskeVestkysten.
Tað er Jákup Sverri Kass, sum eitt skifti eisini var flogvallarstjóri í Vágum, sum nú røkir uppgávuna í Sønderborg.
Eisini tann floghavnin skal útbyggjast, og fýra arkitektavirki hava júst latið inn síni uppskot um, hvussu tað skal gerast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo