Tað gongur væl hjá fyritøkuni Nordic Aqua Partners at ala laks á landi í Kina.
Nordic Aqua Partners boðar frá lágari deyðiligheit uppá undir 1% og hevur nú ein biomassa uppá nærum 1.000 tons. Fyrsti fiskurin verður tikin í mars næsta ár, og tá er miðalvektin væntandi 5,3 kg.
Ragnar Joensen er stjóri í Nordic Aqua Partners.
Fyritøkan hevur enn ongan fisk tikið, tí er heldur ongin søla, og úrslitið í ár væntast í at vera hall uppá umleið 6 mió evrur. Men fyritøkan hevur styrkt seg við kapitalhækking á umleið 100 mió norskar krónur.
Tað ber til at fylgja við framløgu hjá felagnum sum verður í morgi her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo