Um dagarnar fekk heimurin enn eitt ítøkiligt wakeup-call á veðurlagsøkinum, sum av onkrari grund meira ella minni er farið framvið borðinum her heima. Er nóg illa nevnt í fjølmiðlunum. Ei heldur í valstríðnum, sum nú er í hæddini.
Seinasta frágreiðingin frá umhvørvisskránni hjá ST, UNEP, Emission Gap Report 2022, er annars ivaleysa dramatiskur lesnaður:
Við verandi veðurlagstiltøkum, sum londini hava sett í verk, fer heimurin kortini at hitna 2,8 stig. Og verða tiltøkini, londini hava lovað at seta í verk, tald við, verður hækkingin kortini upp til 2,6 stig.
Væl yvir pínumarkinum
Hetta er væl oman fyri ”pínumarkið”, sum vísundafólkini meta, at heimurin tolir av meirupphiting.
Markið er niðanfyri 2 stig. Helst 1,5.
Hetta er eisini væl undir teimum ambitiónum, sum heimsins lond hava havt, m.a. á COP22 veðurlagsráðstevnuni í fjør. Í Glasgow fingu londini av grovfíluni fyri síni veðurlagsavrik. Við greiðum boðum um, at seta sær verulig mál fyri og seta í verk munagóð tiltøk fyri at minka útlátið av vakstrarhúsgassi.
Men londini hava ikki megnað at liva upp til hetta.
Vónbrot
Síðani í fjør eru heimsins lond komin við lyftum um at tálma útlátið av tí skaðiliga vakstrarhúsgassinum við bert einum prosenti. Einum prosenti. Og keldur aftan fyri frágreiðingina hjá UNEP dylja ikki fyri, at hetta er eitt vónbrot.
Higartil hevur nógv bara verið tómt politiskt tos.
- Greta Thunberg fekk í 2019 heimsins leiðarar upp úr stólinum við boðskapinum, at um tað av álvara verður gjørt nakað, so er møguligt at halda økingini av upphitingini niðri á 1,5 stigi, sigur Jón Kragesteen, formaður í FNU.
- Bert 3 ár seinni er støðan so mikið nógv versnað, at nú ber ikki til at røkka tí málinum, og nú verða 2,6 stig mett sum møguliga realistiskt. Men so má okkurt henda beinanvegin, sigur hann.
Vindeygað við at fara aftur
ST-aðalskrivari, Antonio Guterres, hevur skorið álvaran út í papp:
- Vindeygað, sum hevur staðið opið fyri møguleikum at seta í verk átrokandi tiltøk fyri veðurlagið, er við at lata aftur, og tað gongur skjótt. Um londini ikki uppstiga síni tiltøk móti veðurlagskreppuni dramatiskt, stendur heimurin fyri eini alheims vanlukku, ávarar Guterres, á heimasíðuni hjá UNEP.
Frágreiðingin Emmision Gap Report kemur út einaferð um árið. Frágreiðingin lýsur gloppið, sum er ímillum hvussu nógv heimins lond gera fyri at tálma globalu upphitingina, og hvussu nógv tey í roynd og veru áttu havt gjørt, um tað skal eydnast at halda hitan á eini stigi, sum menniskju, dýr og náttúran tola.
Tíðin at seta tiltøk í verk er tepur. Og vantandi viljin hjá londunum at gera nakað munagott, ger, at fólkini aftan fyri ST-frágreiðingina meta, at tað seinasta árið, síðani ráðstevnuna í Glasgow, er ”farið fyri skeyti”. Útlátið av vakstrarhúsgassi, elvt av menniskjum, hevur higartil fingið jørðina at hitna 1,1 stig, og skulu vit gera okkum vónir um, at hitin ikki hækkar meira enn 1,5 stig, má útlátið verða minkað 45 prosent í 2030.
Nú telur so hvørt einasta ár.
Eitt wake-up call til okkum
Seinasta støðulýsingin frá ST hevur lítla og onga umrøðu fingið her heima. FNU heldur, at frágreiðingin varpar ljós á álvarsemi í støðuni og er ein áminning um, at eisini vit hava ábyrgd, tá tað ræður um at minka útlátið.
- Hóast glottar eru, tykist, sum, at fólk í Føroyum ikki rættuliga hava fingið eyguni upp fyri álvaranum. Meðan ST ávarar um, at tað gongur ov seint at tálma útlátið, tosa føroyskir politikarar og onnur við valdi í samfelagnum í fullum álvara um eina føroyska gass- og oljuvinnu, sigur Jón Kragesteen.
- Støðan í heiminum er spent í løtuni, og tað fyllir sjálvsagt nógv. Hendan frágreiðingin minnir okkum á, at vit tó ikki mugu gloyma at viðgera veðurlagskreppuna, sum tað stóra vandamál hon er, og tí hevði eg ynskt, at hon eisini var umrødd í einum valstríði. Tá vindeygað, sum frágreiðingin vísur á, letur aftur, kann tað vera ov seint.
Frágreiðingin frá United Environment Program, UNEP, hevur í ár yvirskriftina: The Closing Window. Climate Crises call for rapid transformation of societies, og kann lesast her.
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, FNU
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo