Ikki alt arbeiðið sum var gjørt á turkisku skipasmiðjuni har eitt av nýggjastu skipunum í føroyska flotanum, Emerald, var bygt, var nóg væl frágingið, og tí hava ymsar avbjóðingar verið við skipinum.
Men nú eru teir um at koma undir land við tí mesta, tað sigur Mortan Johannesen, reiðari, við VP.
- Leys útstoytsrør eru fingin uppá pláss og elektriskir trupulleikar, sum hava verið við spølunum, eru eisini loystir, sigur Mortan Johannesen.
Emerald hevur verið inni í Tromsø at fáa ymiskt umvælt, men annars hevur tað gingið væl, og skipið roynist sum heild væl og tað er gott at arbeiða umborð.
Mortan Johannesen rósar eisini føroysku undirveitarunum, sum hava gjørt sítt til at fáa tað uppá pláss, sum ikki hevur riggað nóg væl.
Skipið er av tí sama blivið væl dýrari enn ætlað, men Mortan Johannesen leggur ikki í at siga nakað um, hvussu nógv skipið er dýrkað.
- Eg havi í mínum langa lívi á sjónum og har eg havi fingist við skip ikki upplivað tað uppá henda mátan fyrr, sigur Mortan Johannesen at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo