Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Gongubreytir við Gøtugjógv

Spurningar:
1. Hvussu gongur við at fyrireika arbeiðið at gera nýggjar gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv?

2. Nær verða gongubreytirnar gjørdar?

3. Verða ferðslutálmandi átøk fyrireikað at fremja í næstum?

Viðmerkingar:
Tá landsvegurin ígjøgnum Gøtugjógv seinast varð asfalteraður, vórðu gongubreytirnar og kantsteinar ikki gjørd samstundis, hetta hóast stórur tørvur er á at bøta verandi gongubreytir, sum nú eru ájavnar við vegin nógvastaðni á farleiðini. Trygdin hjá ábærari ferðslu á leiðini er ikki góð niðanfyri landsvegin frá útkoyringini úr Syðrugøtu og meginpartin av vegnum inntil fólk á súkklu, fólk til gongu ella við barnavogni kunnu fara omanum og taka kommunalu gøtuna oman til Norðragøtu.

Omanfyri landsvegin er eisini stórur tørvur á at dagføra gongubreytina og gera liðugt og greitt markið til landsvegin frá útkoyringini úr Norðragøtu og yvir ímóti skúlanum.

Trygdin er tað mest umráðandi, men hesin parturin hevur ómetaligan tørv á at verða snøggaður, sum ein landsvegur ígjøgnum bygt øki eigur at verða.

Harumframt er neyðugt at arbeiða við trygdini, tá ábær ferðsla skal yvir um landsvegin við Gøtugjógv. Við Gøtugjógv er stórur dagstovnur, har børnini javnan fara um landsvegin við starvsfólkum í sambandi við túrar.

Við Gøtugjógv hevur eisini skúli verið í meira enn mannaminni – elsti skúli, sum stendur uppi har, er bygdur í 1890, og tað eyðkennir ferðslumynstrið í bygdini, har næmingar ferðast til og frá dagliga. Og so er eisini vert at nevna, at Gøtu kirkja liggur omanfyri landsvegin miðskeiðis í bygdini, og nógv ferðsla er til og frá bæði til gongu og við bili, eins og øll jarðarferðarfylgi úr kirkjuni fara yvir um landsvegin. Losjan Glotti hevur nógv virksemi og onnur við, men øll hesi viðurskifti ákalla nøkur heilt serlig ferðslutálmandi átøk eins og átøk fyri ferðslutrygd, sum landið eigur at samstarva við kommunala myndugleikan á staðnum um at fáa framt sum skjótast.

Á fíggjarlógini fyri 2024 vórðu játtaðar 2 mió. kr. til at gera gongubreytir, kantsteinar og ferðslutálmandi átøk við Gøtugjógv. Fyri at vita, hvussu gongur við hesum arbeiði, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 21. juni
Hanna Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo