Norska flogfelagið Widerøe hevur havt stóra framgongd á rutuni ímillum Vágar og Bergen. Tað verður upplýst til grønlendska miðilin Sermitsiaq sum hevur spurt, um nakrar ætlanir eru um eisini at taka Grønland uppí rutunetið.
Widerøe brúkar Dash 8 Q400 flogfør við plássi til 76 ferðandi á føroyarutuni. Byrjað varð fyri einum ári síðani, tá flogið varð einaferð um vikuna. Nú verður flogið allar dagar uttan hósdag og leygardag, verður upplýst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo