Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Bjarni Kárason, ið varðar av P/F Postverk Føroya, luttók á aðalfundi felagsins fríggjadagin 3. mai.

Úrslitið fyri 2023 er eitt hall á 6,9 mió. kr. í mun til 0,5 mió. kr. í yvirskoti í 2022. Á inntøkusíðuni eru tað serliga ein minking á 19% í brævaflutninginum, ið tyngja felagið. Eisini rentuútreiðslur og hækkandi starvsfólkakostnaður tyngja úrslitið.

Leiðslan roynir at bøta um raksturin við átøkum og hevur góðar vónar um at hetta fer at eydnast, hóast gongdin í brævaflutninginum væntandi heldur fram.

Posta hevur gjørt nógv fyri fylgja við tíðini og hevur ment nýggjar tænastur við eitt nú pakkaboksum og framkomnum KT-loysnum. Her er óivað eitt framtíðarpotentiali, um mann hyggur eftir gongdini globalt við vaksandi netsølu. Hinvegin er postflutningur, sum vit vanliga kenna tað, um at fara í søguna. Hetta er ein avbjóðing, sum vit mugu royna at handfara á ein skilagóðan hátt”, sigur landsstýrismaðurin.

Les eisini:

POSTA: Sølan í 2023 var 124,5 mió. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo