Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit føroyingar hava nú ígjøgnum fleiri mansaldrar verið vælsignaðïr við tí sama frælsi okkara grannar í Finnlandi, Svøríki, Noreg og Íslandi hava, nevniliga fría atgongd til okkara felags stórslignu náttúru, vøkru fjøll, fjølbroyttu fjøru, dalar og líðir, áir, vøtn osfr.

Hesin rættur er ikki lógfestur, men vorðin viðurkend siðvenja, sum vit øll, bæði verandi og undanfarin ættarlið, hava fegnast um og notið gott av

Ongin ivi er um, at hetta “frælsi” ríkar tilveruna hjá okkum føroyingum, og skapar trivnað og gleði á okkara annars kørgu og harðbalnu klettum.

Í grannalondunum hevur man ígjøgnum øldir havt ein sokallaðan alramansrætt at sleppa ótarnaður út í nattúruna, bert man virðir umhvørvið og djóralív, og ikki útinnir nakað skaðiligt virksemi. Hetta er innarbeidd siðvenja í Finlandi og Íslandi, meðan tað er ásett við lóg í Svøríki. Í Noreg varð siðvenjan lógarfest í 1957.

Sjálvt um nevndu rættindi at ferðast frítt í egnum landi eru vorðin viðurkendur partur av okkara sokallaðu “borgararættindum” nú ígjøgnum fleiri mansaldrar, so eru kreftir í samfelagnum farnar at gera vart við seg, sum vilja gera enda á hesi hevdvunnu siðvenju, sum allir føroyingar, nærum uttan undantak, higartil hava fegnast um.

“Kommercialisering” av náttúruni
Tað er framstormandi ferðavinnan, sum hevur sett eld í, - har friður og frælsi annars hevur valdað í nú so nógv harrans ár!

Høvuðs “attraktiónin” hjá hesi spírandi ferðavinnu er sjálvsagt føroyska náttúran. Henda nýggja vinna er nevniliga farin í holt við at selja “atgongumerki “ til okkara fjallatindar, bjørg, haga og fjøru, uttan at nakar er spurdur eftir, og uttan at viðurskiftini á nakran hátt eru skipað við neyðugum atliti til lokalsamfelag, djóralív, náttúru og umhvørvi.

Tað ræður eftir øllum at døma um at draga eitt støðugt vaksandi tal av hesum fremmandanfólki hendaveg – jú fleiri jú betur – sýnist at verða høvuðsboðskapurin.

At ein ein alsamt størri hópur av ferðfólki áhaldandi, og uttan avmarkingar órógvar og slítir okkara viðbrekna hagalendi niður, til óbótaligan skaða fyri umhvørvi og djóralív – tað hevur minni at siga!     

Tað er jú peningurin, sum eftir øllum at døma er vorðin skurðgudurin, sum valdar øllum.   

Men henda “kommercialisering” av nattúruni, sum ferðavinnan hevur skapt stoytir heilt natúrliga ímóti  áhugamálum, sum eru beint í andsøgn við ætlanirnar hjá ferðavinnuni um at selja hesi serstøku upplivilsir inni á “ognunum hjá øðrum”. 

Eigarar og festibóndur vilja natúrligt nokk eisini verða við í hesi lukrativu vinnu, so tað ikki bara verður ferðavinnan “í Havn” sum fer av stað við øllum profittinum!

Grammleikin er nevniliga allastaðni her í okkara materialistiska samfelag, - og ikki bara í ferðavinnuni!

Avoldað lóggáva og mótmælisgongur
Tí eru bóndafelagið og óðalsfelagið farin at grava undir væðingini fyri at støva av nakrar aldargamlar og ótíðarhóskandi reglur í lógini um “hegn og markfred” frá 18. mai 1937, fyri á tann hátt at “legaliserað” nýíkomnu forboðini og forðingarnar við gjaldsportrum, hegni og píkatráði, sum nú tíverri er vorðin partur av okkara gerandisdegi.

Í hesi fornleivd av eini lóg stendur – sjálvsagt á donskum – soleiðis í § 41: ”Den, som, uden at dertil er hjemmel, gaar uden for ret Bygdevej i Hauge, hvor han ikke er Lodsejer, eller i Fælleshauge, for hvilken Vedtægt om Lodsejernes Færdsel er oprettet paa Haugestævne under Sysselmandens Ledelse (jfr. Haugelovens § 3), straffes med Bøder”.

Eftir at hava ligið í dvala í næstan hundrað ár, eru hesar avoldaðu og avdankaðu forðingar at fara í hagan, nú knappliga vorðin ein ómissandi og hevdvunnin ræðisrættur hjá bóndum og óðalsmonnum, enntá vardur av grundlógini.

Við alskyns rakstrarrópum um ognartøku og inntriv/avtøku av ræðisrættindum, hóttan móti landbúnðinum, og felags mentan og siðaarvi, hevur eitt úrvalslið  av festibóndum og óðalsmonnum rættuliga farnir uppá “barrikadurnar”, herundir skipað fyri einari stórari mótmælisgongu í miðbýnum í Havn, við eini ørgrynnu av stórum traktorum fyri líkasum rættiliga at undirstrika stóra álvaran í málinum.

Hetta minnir ikki sørt um mótmælisgongurnar, sum “stórbóndin” Jóannes Paturson skipaði fyri í ringu tíðunum í 1937, til tess  at forða ognarleysum at fáa traðir av ódyrkaða, og mest sum óbrúkta undirhaganum, so hesir fæloysingar kundi skaffa sær eitt livibreyð, og ískoyti til tað annars kørgu tilveruna, sum tá var. Nei, - her skuldi onki latast av yvirflóðini av yvirskotsjørð, tá hetta fór at fáa óbótaligar og djúpt skaðiligar avleiðingar fyri føroyskan landbúnað, - hetta var sannførandi argumentið hjá stóru jarðaeigarunum í 1937!

Tíbetur bognaðu hvørki løgtingið ella danska stjórnin fyri trýstinum frá Jóannes Paturson og hansara fylgisneytum, - traðarlógin varð samtykt – og missurin fyri føroyskan landbúnað var tá samanumkom rætt og slætt ongin, - og ikki minst, fátækir føroyingar fingu sínar hart tiltrongdur traðir!    

Gamla lógin ótíðarhóskandi
Um aktuella øsingin veruliga gongur út uppá at varðveita verandi skipan óbroytta, sum er ein staðfesting av einum formligum banni móti at fara í hagan, so má ásannast at hetta átak frá festarum og óðali, ikki bert er vent ímóti ferðavinnuni, men so sanniliga eisin imóti fjøldini av egnum landsmonnum, sum vilja halda fast við, at náttúran er felags, og ikki tilætlað nøkrum fáum útvaldum!

Ódámligu gjaldsportrini galda nevniliga fyri øll - eisini føroyingar – her er ongin undantikin, - og við elligomlu lógini í hondini kann ein og hvønn føroyingur, harundir so sanniliga eisini aðrir festarar og óðalsmenn, sum ditta sær at fara sær onkran lítlan túr av egnum matrikli út í “Guðs fríu natúr”, ella bara í “fjøruna”, - verða meldaður, og fáa stóra bót fyri brot á lógina.

Tað sigur seg sjálvt, at onki samfelag kann liva við, at portur og gjaldsterminalar stinga seg upp sum hundalond kring alt landið, har bøndur og jarðaeigarar hvør í sínum lagi skapa sítt egna kongaríki við alskyns avbyrgingum, og púra tilvildarligarligum gjøldum.

Tískil er tað í tøkum tíma, at stig verða tikin til tess at koma hesum ruðuleikanum til lívs. Stundin er tí komin til, at vit nú fáa skipað viðurskifti og greiðar karmar at galda framyvir, tá tað snýr seg um at umsita og gagnýta hetta okkara felags náttúrutilfeingi, øllum okkara borgarum at gagni.

Stundin komin til nýggja lóggávu
At tú kemur í stríð við seráhugamál er í hesum sambandi er óumgongiligt. Tað er bara ein púra natúrlig avleiðing av, at áhugamálini hjá samfelagnum og vanliga borgaranum, - og seráhugamálini hjá einstaklingum, - ógvuliga ofta eru í andsøgn við hvørt annað. 

Ognarrætturin skal sjálvsagt virðast, men hesin góði ognarrættur røkkur ongantíð so langt, at ein heil tjóð og tess borgarar kunnu takast gíslar, og nærum hvør sær byrgjast inni á sínum egna matrikli.

Ongin grund er heldur til, at rætturin hjá føroyingum at ferðast í egnum landi skal verða annaðleiðis og meira avmarkaður enn í okkara grannalondum!

Her verður onki tikið frá nøkrum – tað er ein misskiljing – her verða bert nakrar fullkomuliga órímuligar forðingar at njóta tað dýrabærasta vit øll eiga -  beindar av vegnum!

Tí er tað fyri neyðini, at Høgni Hoydal hevur sýnt neyðuga politiska dirvi, at leggja fram “kontroversiella” lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu. Hann roynir so í øllum førum at fáa skil á, og skipað viðurskifti at valda!  

Uppskotið kann hava síni lýtið og sínar avmarkingar, men tað týdningarmesta er, at hædd er so tikið fyri teimum atlitum, sum eisini galda í okkara grannalondum, har kravt verður skynsemi og varðsemi, tá ferðast verður úti í náttúruni soleiðis, at øll neyðug atlit verða tikin fyri djóra- plantulívi  og umhvørvi.

Av hesum uppskoti verður Høgni hvørki populerur innan ferðavinnuna, og allar minst millum festarar og óðalsmenn, sjálvt um vit øll vita, at í 95% ella meira av øllum hagapørtum í Føroyum síggja ikki ein einasta “turist” allan sólarringin,-  árið runt, - og tískil als ikki verða nervaðir av hesum lóggávu – hvørki so ella so!

Tað er bert at vóna, at Løgtingið eins og í 1937, ikki letur seg tøla av trýsti frá seráhugamálum, hvørki tá tað snýr seg um jarðaeigarar ella ferðavinnu, men samtykkir eitt lógaruppskot til gagns fyri  allar føroyingar!

Bjørn á Heygum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo