Í heyst, so fara vit at taka málið gongd í haga, til viðgerðar, segði Løgmaður.
Hann vil hava eina samtykt soleiðis at øll kunnu frítt fara út í hagan og í fjøllini - tí hettar landið er mítt.
Ognarviðurskiftini í Føroysku høgunum eru soleiðis, at umleið helvtin er almen ogn, meðan hin helvtin er tinglýst privat ogn.
Tað eru ikki so fáir hagar sum eru, lutvíst ella heilt, avmarkaðir við girðing.
Um hesir hagar merkja økt trýst ella beinleiðis innrás á ognina, kann lættliga henda at teir, ið hagar og fjøll eiga, girða ognirnar 100% av.
Tá verður púra greitt fyri fólki at onkur eigur tað avgirda,
Tí verður spurt um Løgmaður, í heyst, ætlar at mæla Løgtinginum til at lóggeva so, at fólk bara skulu traðka girðingar niður og fara inn á tinglýstar hagar hjá øðrum.
Jógvan K. Mørkøre
í Løðuni
Eiði
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo