Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Soleiðis sigur politikari við garvaðan búskaparfrøðing, sum loyvdi sær at hava almenna meining um alivinnu, tilfeingisrentu og framíhjárætt.

Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera undir lágmark at tosa soleiðis við háttvird almenn starvsfólk, fyri tað næsta haldi eg  okkara vinnu- og skattapolitikk eiga at hava størri tign, størri álvara, størri virðing, størri samfelagsligt virði enn til politiska kastibløku, illstøður og forhánisligheit.

Vit mugu kunna tosa um hetta við virðing fyri hvørjum øðrum og grundgeva sakliga úr fleiri sjónarhornum.

Evnið er tilfeingisgjøld hjá alivinnuni.

Tað snýr seg ikki um hvørt fleiri í síni tíð royndu og sóu pengar í alivinnuni, ella at fíggjarstovnar og íleggjarar samstundis vóru ivasamir, og ikki sóu alingina sum bestu íløguverkætlan, soleiðis sum politikarin skrivar. Hvør skal siga, at fólk tá løgdu nógv fyri, sum tey uttan iva gjørdu.

Ella at fleiri av alibrúkunum ikki høvdu ta vitan og servitan, sum henda vinna kravdi, og at fleiri alibrúk tá máttu snara lykilin um til stórt tap hjá fíggjarstovnum, alibrúkum, vinnulívsfólki, íleggjarum og fólki og familjum yvirhøvur.

Jú, so skroypilig var byrjanin, og soleiðis er tíverri mangan, tá nýggj vinna tekur seg upp og spenningur verður um nýggj øki.

Vit kunnu til samanberingar nevna øll flakavirkini, sum í síni tíð sóu dagsins ljós og sum í dag nærum hava sløkt í hvørjum glugga.

Nøkur fá hóraðu tó undan, eins og nøkrum nú varð lív lagað sum kunstigur andadráttur í samband við útjaðaðaramenning.

Hetta er bara søgan  og reingir ikki tann veruleika, at støðan í alingini í dag er øðrvísi.

Barnasjúkurnar eru burturi, vitanin og servitanin er savnað á færri hendur. Brúkini, tilknýtt virksemi, marknaðir og alt stendur í stórum vøkstri.

Ja, so mikið, at henda vinna hevur megnað at kasta fýra ferðir so nógv av sær, samanborið við aðrar góðar vinnur. Og almikið rós fyri tað.

Men her er tað at búskaparfrøðin peikar á framíhjárættin og rættin til firðirnar sum orsøk til hesa yvirnáttúrligu inntøku, sum teir meta í størri mun skal síggjast aftur í llandskassanum.

Meðan mótparturin heldur at henda meirinntøka skal brúkast til nýíløgur og meira vøkstur hjá alivinnuni.

Tá eg keypi breyð í Mylnuni ella eg keypi kjøt í Á-handlinum, so eri eg beinleiðis við til at tryggja hesum forrætningum so frætt yvirskot, at handilin við mínari hjálp og hjálp frá bankanum, kann byggja størri bygning, fáa til vega meira útgerð, selja eitt sindur meira og hava uppaftur størri yvirskot.

Hetta eru vanligar forrætningsligar spælireglur.

Í alingini hava vit blandað nøkur viðurskifti saman, tí tað privata rekur vinnuna, meðan tað almenna, ella vit øll, eiga firðirnar.

Felags fyri vinnuna er, at tær rinda partafelagsskatt av yvirskotinum. Umframt hetta rindar alivinnan tilfeingisgjald ella leigu fyri firðir og havumhvørvi.

Og her eru politisku ósemjurnar.

Jú, vit kunnu velja at taka minni frá  alingini og landið sostatt hjálpir teimum við nýíløgum, ella vit kunnu taka meira, og teir sjálvir, í størri mun, standa fyri nýíløgunum. Sum tá blíva nakað minni og sostatt geva rúmd fyri nýggjum aktørum ella fleiri alarum.

Er tað betri, at færri, størri og sterkari eindir reka alivinnu, saman við landinum, og hvar verður markið fyri tilfeingisgjaldi, soleiðis at  mest rímuligt av yvirnáttúrliga yvirskotinum kemur í landskassan?

Ella er tað betri at landið tekur meira í tilfeingisgjøldum frá alivinnuni, vinnan sjálv ger nýíløgurnar, at fleiri sleppa fram at,  náttúrligu marknaðarkreftirnar í størri mun ráða, -og hvar verður so tað rímuliga gjaldði fyri atgongdina til firðirnar?

Hetta verður tað, sum dugnaligir, ábyrgdarfullir og skilagóðir politikarar eiga at skifta orð um, eisini við atliti til okkara land, - stødd, búskap og vinnufjølbroytni.

Eins og um øll viðurskifti sum kunnu vera øðrvísi og gera seg galdandi í lítlum, samanborið við størri lond og størri samfelagsviðurskifti.

Við vón um sakliga viðgerð.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo