57 ára gamla australska Viktoria Winslow hevði ikki ráð at rinda húsaleiguna, so hon tók avgerð um at gera sum dóttirin.
- Ein dagin viðgekk eg fyri dóttrini at eg stúrdi fyri pensjónsuppsparingini. Hon fortaldi mær so um sína OnlyFans-konto, sum hon hevur fitta inntøku frá, sigur Viktoria sambært tíðindastovuni Jam Press.
Nú deilir australska omman eggjandi nakinmyndir av sær sjálvari á sosiala miðlinum, har hon kallar seg «Golden GILF», skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo