Svar til fyrispurning nr. 52-108/2022 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um Gøtudalstunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við at fyrireika verkætlanina Gøtudalstunnil?
2. Er liðugt at gera jarðfrøðiligu kanningarnar av økinum, har tunnilin ætlandi skal verða?
3. Hvat siga kanningarnar um møguleikan at gera tunnilin?
4. Verður Gøtudalstunnilin við í eini komandi langtíðarløguætlan?
Svar til spurning 1, 2 og 3
Gøtudalstunnilin hevur verið planlagdur í nógv ár. Í sambandi við Eysturoyartunnilin hevur ætlanin verið, at høvuðsferðslan til og frá Eysturoyartunlinum, Eysturoyarmegin, skuldi fara eftir vestara armi á Skálafjørðinum til økini norðan fyri Gøtueiði.
Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, sum knýtir miðøkið og norðurøkið saman.
Í 2019 var peningur játtaður til at fyrireika verkætlanina at gera ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn. Játtanin var brúkt til at gera jarðfrøðiligar forkanningar, við millum annað at gera jarðfrøðiligar royndarboringar á Varmakeldueiði og í grótbrotinum oman fyri Syðrugøtu, ið spyrjarin eisini nevnir.
Í sambandi við fyrireikingarnar arbeiddi Landsverk við tveimum møguligum tunnilslinjum, har annar tunnilin er 3,3 kilometrar og hin 3,5 kilometrar langur, umframt vegagerð. Teir verða mettir til at kosta 420 - 460 mió. kr. Tá er váðaískoytið ikki tikið við.
Sambært Landsverki metir Jarðfeingi seg nú at hava so mikið góða jarðfrøðiliga vitan um økið, har ætlanin er at gera tunnilin, at neyðugt er ikki við fleiri størri jarðfrøðiligum kanningum.
Í samband við verkætlanina vil Landsverk hava eina jarðfrøðiliga frágreiðing, ið bindir seg til ta endaligu linjuføringina, sum verður vald, har jarðfrøðin verður lýst eftir sjálvari linjuni.
Henda frágreiðing fer eftir ætlan at verða gjørd av Jarðfeingi, saman við Landsverki og ráðgevum.
Svar til spurning 4
Eftir langtíðarløguætlanini fyri 2018 – 2030, hjá undanfarnu samgongu, verða 385 mió. kr. játtaðar til Gøtudalstunnilin árini 2027 – 2030.
Arbeitt verður nú við at dagføra samferðsluætlanina. Tað verður eitt gott grundarlag fyri at dagføra løguætlan landsins.
Sum tilskilað, er Gøtudalstunnilin ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, sum knýtir miðøkið og norðurøkið saman, og eigur Gøtudalstunnilin at verða raðfestur.
Dennis Holm
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo