Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Fýra ár eru liðin, síðan GØ gav fyrstu plátu sína út. Nú kunngera teir aðru plátu sína, "Ævir, amen" og trý nýggj stakløg.

Fyrsta staklagið, “Loysing í dós”, varpar ljós á loysing-/sambandsorðaskifti, ið hevur verið nógv uppi at venda í føroyskum miðlum síðsta árið.

Lagið byrjar við einari talu hjá Rúna Nielsen, fyrrverandi formanni í Unga Tjóðveldi, ið leggur dent á hví loysing krevst.

Síðan brestur blásarakvintettin ígjøgnum og lagið verður umgjørt til ein máttmiklan og darrandi march.

Boðskapurin verður undirstrikaður í sangbæra niðurlagnum, ið kann samanberast við ein tjóðsang í hami.

Umframt konsertir á summartónum, so skulu GØ spæla á Reykjavík Jazz Festival 2024, ið verður hildin síðst í august.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo