Í morgin, mánadagin, verður tó eitt fýs av vestri, sólin sær ein stóran part av degnum, hitin um 12 stig.
Týsdagin verður ættin ímillum vestan og útsynning, bert eitt lítið lot, sólglottar og hitin 10-12 stig.
Mikudagin fer at regna ein stóran part av degnum, men seinnapartin slítur í og tá kemur sólin fram. Sami hiti, um 10 stig.
Hósdagin kemur hann høgt, av norði ella landnyrðingi, gul til frískan vind og hitin um 8 stig.
Fríggjadagin mestsum stilli, sólglottar og hitin um 11 stig.
Næsta vikuskifti verður ættin útnyrðingur, skýggjað men turt og hitin eini 8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo