Dagurin í dag verður sum vikan, lítil vindur av ymsum ættum, løtur við sól og hitin um 5-6 stig.
Í morgin, mánadagin, verður lot av lágætt, eitt sindur meira samdrigið men turt og sami hiti, 5-6 stig.
Týsdagin smáskýggjað men eisini løtur við sól, fyrst frískur vindur av útsynningi, men minkandi sum dagurin líður, turt og hitin 6-7 stig.
Mikudagin mestsum stilli, ondin kemur vestanifrá, sól ein stóran part av degnum og hitin um 5 stig.
Hósdagin gul av høgum vestri, sólin sær og tað verður turt, hitin um 6 stig.
Fríggjadagin verður frískur vindur av vestri, onkra løtuna uppí ein strúk, kanska okkurt æli ímóti kvøldi og heldur lýggjari, um eini 7 stig.
Næsta vikuskifti verður kalt, um frostmarkið, ættin verður beinur norðan, gul til frískan vind, kanska okkurt vátaslettingsæli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo