Tað verður góður terri og mestsum stilli alla vikuna sum kemur.
Í morgin melur hann av ymsum ættum, týsdagin og mikudagin verður eysturhallur sunnan og kanska okkurt lítið ælstroyggj um náttina.
Hósdagin og fríggjadagin hækkar hann sum frálíður upp í landnyrðing og fríggjadagin regn eitt skifti.
Næsta vikuskifti verður eisini lítil vindur og sól.
Hitin alt tíðarskeiðið upp í eini 15 stig um dagin og eini 10 stig um náttina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo