Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2022 var 325 milliónir krónur og eftir skatt og virðisreguleringar var úrslitið 234 milliónir krónur.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 444 milliónir krónur og í Skotlandi eitt rakstrarhall á 137 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 276 tús krónur, og rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og alifóðri var 120 milliónir krónur.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

„Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið frá føroyska partinum av samtakinum, meðan tað í Skotlandi  enn er nógv ið skal  betrast. Vit frøast um góðu lívfrøðiliga gongdina í alingini í Føroyum. Góður vøkstur, met lág lúsatøl, saman við góðari miðalvekt á fiskinum, hava ført til støðug góð úrslit. Áhaldandi betringar at ala stór smolt, hava ført við sær, at laksurin er vorðin meira mótstøðuførur og fellið er minkað.

Lívfrøðiliga gongdin í Skotlandi hevur havt nógvar avbjóðingar í hesum ársfjórðinginum við algum, hvalspýggjum og øðrum táknuabjóðingum. Vit vænta, at lívfrøðiligu avbjóðingarnar í Skotland fara at minka, tá vit fáa størri smolt við betri góðsku. Í øðrum ársfjórðingi 2023 røkka vit eitt týdningarmikið markamót, tá ið vit fyri fyrstu ferð væntandi seta stór smolt út frá smoltstøðini í Applecross. Feskvatnsviðgerð er av serliga stórum týdningi í Skotlandi, fyri at verja fiskin móti táknuavbjóðingum. Okkara nýggi brunnbátur í Skotlandi varð  tikin í nýtslu síðst í september – einar 4 mánaðir seinni enn ætlað. Hetta sera framkomna tænastuskipið kann viðgera við feskvatni móti táknu trupulleikum og laksalús undir somu viðgerð. Úrslitini higartil  sera lovandi.

Altjóða laksamarknaðarviðurskiftini broyttust munandi í ársfjórðinginum. Fyrst í ársfjórðinginum var útboðið av laksi lágt og prísirnir lóguum 100 NOK /kg. Hetta broyttist í seinnu helvt av ársfjórðinginum, tá útboðið vaks munandi og prísirnir lækkaðu niður í nakrar og fimti NOK/kg. Hóast matvøruprísirnir sum heild eru farnir nógv upp, er eftirspurningurin eftir laksi stórur. Hetta sæst millum annað aftur í sáttmálaprísunum fyri komandi ár. Sum heild verður lítil ella eingin vøkstur í útboðnum av laksi í 2023.“

Samlaða tøkan í triðja ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 24.950 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 16.850 tons tikin í Føroyum vð eini miðalvekt á 5,1 kg, í mun til 14.937 tons við eini miðalvekt á 4,6 kg sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 8.100 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 6.914 tons sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 66.129 tons í kruvdari vekt, í mun til 71.075 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. Harav vórðu 47.410 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum, í mun til 46.523 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, og 18.819 tons vórðu tikin í Skotlandi fyrstu níggju mánaðirnar í ár, í mun til 24.550 tons sama tíðarskeið í fjør.

Tilsamans vórðu 6,6 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi. 4,1 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi, í mun til 3,8 milliónir smolt sama tíðarskeið í fjør. Í Skotlandi vórðu 2,4 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi, í mun til 3,3 milliónir smolt sama ársfjórðing í fjør. Tilsamans eru 17,0 milliónir smolt sett út fyrstu níggju mánaðirnar í ár, í mun til 16,3 milliónir smolt fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. 9,4 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 7,5 milliónir í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 444 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, í mun til 146 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 444 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, samanborið við 146 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 137 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarhall á 81 milliónir triðja ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 0,3 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarúrslit á 11 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi í ár var 120 milliónir krónur, samanborið við 111 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.427 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi í ár, í mun til 2.126 milliónir krónur við árslok í fjør. Bakkafrost hevði 2.762 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av triðja ársfjórðingi í ár, og solvensurin var 64%.

ÚTLIT

Marknaður

Útboðið av laksi øktist 4%
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi øktist umleið 4,1% í triðja ársfjórðingi 2022, í mun til sama ársfjórðing árið fyri, tá hædd er tikin fyri goymslubroytingum. Uttan goymslubroytingar øktist samlaða útboðið av laksi við umleið 6,4% í ársfjórðinginum, samanborið við sama ársfjórðing í fjør.

27% hægri prísir
Laksaprísurin var 27% hægri í triðja ársfjórðingi, í mun til sama ársfjórðing í fjør. Stórur eftirspurningur, avmarkaður vøkstur í útboðnum av laksi og hækkandi matvøruprísir hava viðvirkað til hægri laksaprísir. 

Eingin vøkstur í útboðnum av laksi í 2022
Altjóða útboðið av laksi í fjórða ársfjórðingi 2022 veksur væntandi umleið 1%, í mun til sama tíðarskeið í fjør. Útboðið av laksi fyri alt árið 2022 verður at kalla tað sama sum í 2021, tá ið goymslubroytingar eru íroknaðar. Fyrru helvt av 2023, verður væntandi eingin vøkstur í útboðnum.

Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA, Eysturevropa (undantikið Russland) og í Fjareystri.

Aling
Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið sera góð í triðjað ársfjórðingi eins og í undanfarna. Lúsatølini vóru metlág og fellið var sera lágt.

Nýggi brunnbáturin, Bakkafossur, er seinkaður og verður væntandi latin í fjórða ársfjórðingi 2022. Bakkafossur, ið hevur sjógvtangar á 7.000m3, umframt tangar á 3.000m3 til feskvatnsviðgerð, fer at minka lívfrøðiliga váðan enn meira.

Tað líður væl við útbyggingunum av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali, sum væntandi kunnu takast í nýtslu í ávikavist fjórða ársfjórðingi 2022 og fyrsta ársfjórðingi 2023. Útbyggingarnar hava við sær, at Bakkafrost kann framleiða umleið 6,5 milliónir smolt á 500g afturat um árið. Hetta eru týdningarmiklir hornasteinar á leiðini til  at røkka málinum fyri 2026, um at kunna framleiða 23 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500g.

Í Skotlandi hevur lívfrøðin verið avbjóðandi fyri alingina í hesum ársfjórðinginum. Hetta hevur elvt til høgt felli, serliga á aliøkjunum Loch Fyne og East Lewis & Harris. Avbjóðingarnar tóku seg upp í øðrum ársfjórðingi, tá ið tað serliga rakti fisk, ið var viknaður av avbjóðandi lívfrøðini í seinnu helvt av 2021. Samanumtikið hevur fellið í triðja ársfjórðingi  verið størri enn væntað og høvuðsorsøkin er knýtt at ymsum toknutrupulleikum.

Síðst í septembur varð nýggjur 4.000m3 stórur brunnbátur tikin í nýtslu í Skotlandi. Hesin framkomni bátur er útgjørdur við útgerð, ið kann viðgera fiskin fyri toknutrupulleikar og fyri laksalús – alt undir somu viðgerð. Hesin mátin at viðgera fiskin er meira skynsamur og úrslitini higartil eru góð. Við hesum brunnbátinum hevur Bakkafrost tryggjað sær nøktandi viðgerðarorku í Skotlandi.

Lívfrøðiligi váðin í Skotlandi er enn hægri enn í Føroyum. Bakkafrost væntar, at váðin minkar munandi av stór-smolt strategiini hjá felagnum. Bakkafrost hevur í Føroyum víst, at stór hágóðsku-smolt verða minni útsett fyri váða, tá tey eru styttri tíð í sjónum og tískil leggur Bakkafrost stóran dent á at byggja smoltstøðir í Skotlandi. Í løtuni verður Applecross smoltstøðin útbygd  og í øðrum ársfjórðingi 2023 verða fyrstu stóru smoltini sett út haðani. Miðskeiðis í 2024 fer Applecross smoltstøðin at kunna framleiða  um 10 milliónir smolt á 500g.

Í triðja ársfjórðingi 2022 var miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 107g, ið er 9% hægri enn sama ársfjórðing í fjør.

Bakkafrost ætlar komandi árini at gera stórar íløgur í 3 stórar smoltstøðir í Skotlandi, ið tilsamans kunnu framleiða 18 milliónir smolt á 500g.

Útsetan av smolti
Í Føroyum ætlar Bakkafrost sær at seta  um 14,5 milliónir smolt á sjógv í 2022 og um  10,8 milliónir smolt á  110g í Skotlandi. Mongdin og miðalvektin á útsettu smoltunum eru týðandi fortreytir, fyri at kunna meta um framtíðar tøku hjá Bakkafrost.

Milliónir sjósett smolt

2023

2022

2021

2020

2019

2018

FO

16,0

14,5

14,4

14,3

12,7

12,6

SCT

9,6

10,8

11,1

10,4

12,4

8,6

Í 2023 verður miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 150-175g. Bakkafrost ætlar at seta færri smolt út í Skotlandi, til rætt lag fæst á raksturin og alingina. 

Í 2022 verður tøkan í Føroyum væntandi 68.000 tons í kruvdari vekt, og í Skotlandi verður tøkan væntandi 25.000 tons. Tøkan í Skotlandi er lækkað, vegna hægri felli í øðrum og triðja ársfjórðingi.

Í 2023 væntar Bakkafrost at taka 68.000 tons av laksi í kruvdari vekt. Í Skotlandi verður tøkan væntandi 30.000 tons. Samlaða tøkan verður sostatt 98.000 tons.

Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 34% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi í 2021. Sáttmálarnir fyri 2023 verða gjørdir í novembur og desembur, og higartil eru gjørdir sáttmálar fyri 22% av samlaðu tøkuni í 2023. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2023 er 1.360 túsund tons, sum er ein hækking á 81% samanborið við 2022.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi í 2023 verður nakað tann sama sum í 2021. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2022 er verður mett til 125.000 tons, og 130.000 tons í 2023.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

Íløgur
Á kapitalmarknaðardøgunum tann 14. og 15. septembur 2021 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2022-2026 áljóðandi 6,2 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.

Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er at avrita háttin, Bakkafrost virkar uppá í Føroyum, til Skotlands. Bakkafrost ætlar millum annað at byggja 3 stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Harvið fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 18 milliónir smolt á 500g í Skotlandi í 2026. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.

Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra at árliga framleiðslan av smolti í 2026 verður omanfyri 23 milliónir smolt á 500g. Harafturat verður stór lívfiskastøð bygd  í Skálavík og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður eisini víðkað. Komandi summar verður nýggi 7.000 m3 brunnbáturin við orkusparandi hybrid-tøkni liðugur og fer hetta eisini at hjálpa til at minka um CO2-útlátið. Í íløguætlanini er eisini sett av til nýggja alitøkni á sjónum, ið kann gera tað møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 100.000 tons í kruvdari vekt, ið annars er ætlanin at røkka í 2026.

Við íløguætlanini 2022-2026 væntar Bakkafrost at røkka eina samlaða tøku á 150.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2026. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at byggja samlaða framleiðsluorku á 180.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Bakkafrost skipar 6.og7. juni 2023 fyri nýggjum kapitalmarknaðardøgum. Hesaferð verður tað í Skotlandi.

Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Afturat hesum hevur Bakkafrost endurfíggjað samtakið við 352 milliónum EUR til føroyska virksemið, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við 100 milliónum GBP.

Um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh, Munkebo og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.699 starvsfólk (ársverk).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo