Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað var lagt niður í okkum frá barni av, at vit skuldu vera vinarlig og høvisk móti øllum menniskjum. Tað lá teimum gomlu tungt á hjarta, at vit bóru okkum siðiliga og virðiliga at móti teimum, ið vóru skerd í førleika ella avmarkað á annan hátt.

Barnaheimið bygdi á kristin virðir í breiðari fatan. Einki øki var fremri enn annað. Als eingin neilig tala ella umrøða av menniskjum, ið vóru øðrvísi ella livdu annarleiðis enn vit heima hjá okkum. Vit vóru spard fyri at býta fólkið upp í bólkar, ið vit kundu umgangast ella als ikki máttu vera saman við.

Vit eru trý systkin. Í mong ár sigldi faðir okkara við kenda skiparanum Palla hjá Mariannu, t.d. við snotiliga línuskipinum Borðoyarnes. Meg minnist virðingina, ið hann hevði fyri Palla, ja løtan var kensluliga hátíðarlig, tá ið hann greiddi frá um fiskiskap og vitan skiparans.

Tann vakra umtalan av skiparanum festi seg í minnið. Var hálvgum vaksin, áðrenn eg visti, at Palli hjá Mariannu hoyrdi til Brøðrasamkomuna. Møtini umborð og sangurin úr Songbók Guds Fólks festu røtur í hjartanum á einum garvaðum línumanni.

Faðir okkara vísti mær við síni medferð á andaligu breiddina, dýpið og hæddina í samfelag teirra heilagu. Virðing, vøkur umtala, lívgandi andi og góðsligt sinnalag.

At síggja nakað av breiddini, dýpinum og hæddini í Guðs ríki er ein góður arvur. Tað ger lívið ríkt at liva, henda fatanin, at øll eru eitt í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara.

Í kallinum sum prestur minnir andaliga sannføring faðirs míns á, at eingin, ið er í Kristi Jesusi, er fíggindi ella kappingarneyti. Andaligt fjølbroytni er tekin um samverkafólk í ymiskari tænastu. Tey arbeiða í frástøðu og samvinnu á ymsan hátt í góðari søk.

Sum børn løgdu vit til merkis, at í umhvørvinum vóru fólk, ið bóru brek. Tað lá móður okkara tungt á hjarta, at vit ikki happaðu ella argaðu tey, ið tyktust øðrvísi. Vit vórðu mint á at hava høviskliga atferð, nýta virðiligan tóna og heilsa teimum blídliga. Øll menniskju vóru skapað í Guðs mynd og høvdu sama mannvirðið.

Foreldur okkara eru / vóru vanlig kristin menniskju. Tey eru / vóru ikki halgimenni. Tey gjørdu síni mistøk í hugsan, orði og verki. Tó, tey aldu okkum upp í kærleika og góðsku. Tey góvu okkum tryggleika, innlit og útsýni. Málið var sinnilig medferð, ikki harðrend tala ella framferð.

Tað stendur ljóst í míni fatan av lívi teirra kristnu, at vit skulu vera góð hvør við annan, rík í náði og umbæri. Tað er kristnin, ið skal bera tað góða fram úr hjartans góðu goymslum. Vit mega hyggja inneftir, ikki einans meta um onnur, krevja av øðrum og umhvørvinum.

Hetta er mín trúgv. Hon er klettaføst. Hon vikast ikki, hóast onkur heldur, at bálið longu logar sum stórur eldur undir mær og øðrum á evsta degi. Treytaleys er Guðs fyrigeving, og bjargingin í Kristi er kærleikans náði.

Treytaleyst og uttan umbøn fyrigevi eg teimum, ið knógva undir einum tungum oki og stríðast við mistøkini hjá øðrum og leggja afturat ævigum báli.

Tað er mín andaliga sannføring, at tað er syndarin, ið hevur tørv á læknanum Jesusi. Hvíli í kallinum at vera verkamaður í einum andaligum sjúkrahúsverki, ið verður kallað kirkjan ella meinigheitin.

Standi fegin í durunum á andaligu skaðastovuni og taki ímóti teimum, ið syndin hevur rivið í, elvt til kvøl og skaða. Tað vóru frelstir syndarar, ið tóku ímóti mær, leiddu meg til Jesus og í navni hansara veittu mær bót og bata.

Soleiðis tey gjørdu, eiga vit at gera. Vit eiga at leiða menniskju til Kristus. Vit mega ikki reka fólk burtur frá Jesusi og meta um, hvør verdur er til tað æviga borðhaldið í Guds ríki.

Tað er ein ovurstór signing, at dómurin ikki liggur í mínum hondum, hvør sleppur inn í Guðs ríki, ella hvør verður settur uttanfyri. Tað er vælsignað hjá okkum, ið dagliga taka avgerðir, at vit eru frítikin fyri at taka avgerðina um ævigu lagnuna hjá okkara medmenniskjum.

Í tí andaligu vekingini í sjeytiárunum upplivdu mong okkara ta náði at koma til kelduna við livandi vatni. Meg minnist ikki nakran, ið var rikin burtur vegna synd ella lívsførslu. Vit vórðu frígjørd í Jesu navni, tí fríur er hvør tann, ið Kristus setur í frælsi. Umvendingin til Jesus var forloysandi.

Ynski veruliga av insta hjarta at vera eitt gott menniskja mótvegis øðrum. Einki røkist fyri framburði á økinum, tí nógv væntar í at nærkast málinum. Kenni einans ein, ið er mentur at hjálpa, og navn hansara er Jesus. Amen.

Orðið: “Góður maður ber gott fram úr hjartans góðu goymslum sínum, og illur maður ber ilt fram úr sínum illu goymslum; tí at muður hansara mælir tað, sum hjartað er fult av.” (Lukas 6,45).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo