Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Hilda Bolstad Mortensen er 21 ára gomul. Hon er úr Havn, og hevur spælt flogbólt við Fleyr síðani hon var 10 ára gomul. Hilda býr í Aalborg, har hon spælir flogbólt við Aalborg Volley saman við Onnu Larsen úr ÍF. Á liðnum er pláss fyri lívligu føroyingunum, og á tónleikalistanum hevur ”Hon fær ongangtíð nokk” hjá Grandma’s Basement eitt serstakt pláss.

Í gerandisdegnum fyllir flogbóltur, styrkivenjing og lesnaður sera nógv. Hon lesur sálarfrøði á Aalborg Universiteti, og tað er eisini serliga sálarfrøðin, sum hon heldur er spennandi í flogbólti.

”Eg haldi, at flogbóltur snýr seg øgiliga nógv um sálarfrøði. Bæði, tá ið tað kemur til, hvat lið hevur yvirvágina í sjálvsáliti og vilja, men eisini hjá tí einstaka leikaranum, ið skal finna javnvágina ímillum at vera klárur og spentur, men samstundis hava tamarhald á nervunum.”.  

Áðrenn Hilda flutti niður at lesa í 2021, hevði hon spælt fimm ár í meistaradeildini hjá Fleyr. Hon slapp á besta liðið sum 15 ára gomul, og tað minnist hon, sum fyrsta stóra sigurin á leiðini.

”Eg havi lært, at sjálvt um tú ikki er tað størsta bólt-geniið, so kanst tú koma langt, um tú kempar væl. Tað var millum annað tað, ið Romica Øster sá, tá ið hann bjóðaði mær at spæla við bestu deildini. Eg var kanska ikki heimsins besti leikari, men eg bardist um hvønn bólt. Tað er sera týdningarmikið altíð at geva 110%, tí so klárar tú nógv meira, enn tú kanska væntar”.

Tá ið Hilda lýtir aftur á sína tíð í flogbóltinum, sær hon hana sum framúr góða. Gjøgnum flogbóltin hevur hon fingið nógvar góðar vinir, og stuttligar upplivingar. Tað stuttligasta heldur hon tó er at sleppa at umboða Føroyar, sum hon hevur fingið møguleika fyri á ungdómslandsliðum og við A-landsliðinum í 2019. Tó var 2020 eitt øgiliga torført ár, tí hon fekk ein skaða á krossbandið beint áðrenn fyrsta A-landsliðsdystin, har hon skuldi byrja inni.

”Álvarsami skaðin lærdi meg, at styrkivenjing er sera avgerandi fyri ein flogbóltsleikara. Styrkivenjing hevur altíð verið ein partur av flogbóltsvenjingini í Fleyr, men tað var ikki nakað, ið eg raðfesti uttanfyri flogbóltin, og tað endaði við einum drúgvum knæskaða. Eg haldi, at tað er sera týdningarmikið, at feløg og venjarar krevja, at leikarar raðfesta styrkivenjing høgt. Styrkivenjing kann fyribyrgja álvarsamar skaðar, og gevur eisini yvirskot í drúgvum dystum.”.

Á vøllinum er Hilda sum oftast glað og smílandi. Hon er ikki smæðin og rópar hart, hvørja ferð ein bóltur verður vunnin. Hilda heldur, at ein góður eginleiki hjá einum leikara er at vera nakað fyri onnur og stuðla og fegnast saman sum lið.

”Nakað, ið eg serliga havi tikið við mær á leiðini er tað, ið Kristian Mikkelsen segði, tá ið eg var 17 ára gomul. Hann segði, at sum leikari fert tú altíð at uppliva niðurtúrar, og dystir har spælið ikki koyrir eins væl og tú ynskir. Men tú kanst altíð stýra, hvussu tín hugburður og tín atferð er. Tá ið tað gongur minni væl persónliga, kanst tú leggja orku í at fáa aðrar í gott lag. So gert tú í øllum førum okkurt.”.

Flogbóltur er, og fer nokk altíð at vera ein sera stórur partur av samleikanum hjá Hildu: ”Pápi mín hevur eisini spælt flogbólt í áratíggju, og heima hjá okkum hevur prátið við døgurðaborðið altíð snúð seg um flogbólt. Hetta kundi restin av familjuni ofta ilskast um. Men tað er eisini tað, sum hevur fylt allarmest hjá mær síðan eg var 14 ár”, sigur Hilda og flennir.

Spurd um, hvat tað besta er við flogbóltinum, svarar hon við einum smíli: ”Tað má nokk vera føroyska flogbóltsfamiljan – also tey, ið á ymsan hátt eru við til at mynda føroyskan flogbólt. Á vøllinum kunnu vit, á ymsum liðum, vera argastu fíggindar, men tá ið dysturin verður bríkslaður av, so kunnu øll vera vinir og práta saman. Tað er er serliga til úttøkuvenjingar og á landsliðstúrum, at eg havi lært fleiri at kenna og knýtt tøtt vinarbond. Stuttligt er eisini at sígga, tá ið nýggj andlit leggjast afturat flogbóltsfamiljuni, og eg gleði meg at fylgja við nýggjum og ungum evnaríkum leikarum.”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo