Glasir: Tá freistin var úti leygarkvøldið á miðnátt, høvdu 33 søkt inn á Hægri Nám á Glasi.
17 teirra ynskja at byrja uppá Marknaðarførslubúskap, meðan 16 ynskja at taka yvirbygningin, sum nevnist Altjóða Handil og Marknaðarførsla.
Umsøkjararnir hava longu fingið boð. Tey flestu eru sloppin inn, meðan nøkur hava fingið játtan um upptøku, treytað av, at tey standa útbúgvingina, sum tey eru í gongd við frammanundan, í summar.
Glasir fegnast um, at so nógv hava søkt inn á hesar útbúgvingar. Hetta vísir góðan áhuga fyri at lesa víðari í Føroyum. Glasir tekur í mesta lagi 24 lesandi inn í hvønn flokk.
Les meira á glasir.fo/mbu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo