Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lati fyri alt í verðini ikki fríøkið við Sandá gerast eina staðseting til eina nýggja kirkju!

Tí hetta staðið er óvanliga illa egnað til hesa bygging og bygging í heila takið.

Tí óansæð snið og snildnið, vil ein og hvør bygging á hesum stað, verða eitt banasár á eitt lendið, sum er so avgerðandi neyðugt fyri alt fríðøkið umkring tað.

Gevi tí hesum lendið tann frið, ið er so sjálvtsagdur, at tað ikki nýtist eina frágreiðing her.

Eg skal tó geva hana kortini.

“Løbarin”
Staðið er partur av einum friðsælum náttúru-løbara, ið breiður seg væl út frá báðum áarbakkunum við Sandá, og sum gongur heilt frá Sandagerðið og langt niðan í Havnadal.

Og, sum síðan gøta er løgd heilt frá Sandagerðið og heilt niðan til vatnbyrgingina innast í Havnadali, veruliga er blivin til ein halgaðan fríð- og náttúrustað, fyri bæði bein, eygu og sál.

Og alt, sum legst á hendan løbara, ella bara amast upp at honum, vil tískil skurra í sansum, sum skriðan á bakið. Og vil ongantíð kunna geva tað aftur í yndi og ond, sum tað tekur frá tí í tign og sælu.

Og hóast ávís minni hóvlig inntriv, ígjøgnum tíðina, longu eru gjørd niðaneftni á hesum løbara, er hetta als ongin umbering fyri, at eitt so vandalt fríðspæl kann fara fram her.

Tí hetta er ein av vøkru fríðøkisperlunum, ið eftir eru í Tórshavnar Kommunu, og tað tekur náttúruni í minsta lagið eina heila ístíð at skapa eina slíka.

Til Tórshavnar Býráð
Eg heiti tískil á tykkum, ið sita í eini avgerandi støðu í hesum málið, um at virka so fyri, at henda komandi kirkjan, fær eina staðseting, ið er væl meira hóskandi.

Soleiðis, at vit kunna fáa eina nýggja kirkju á Argjum, sum ígjøgnum sín andaliga setning sum kirkja, megnar at savna heldur enn at sindra.

Soleiðis, at hon frá byrjan av kann fáa ta tign ímillum fólk, sum henni er ætla.

Um onkur hevur hug at spyrja, hvørja aktiu eg havi í øllum hesum, fer mítt stutta svar at vera hetta:

Frá eg var 3 til eg var 13 ára gamal, búði eg nakrar fáar hundrað metrar frá hesum staðnum. Eg havi spælt júst har og rundan um Mylluhylin og niðri í Sandagerði, óteljandi ferðir sum barn.

Og eg verði eg enn javnan drigin til hesi støð, tí tey á sín heilt serliga hátt, veita mær eina sansaliga lívgan og javnvág.

Bárður Persson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo