Umhvørvisstovan: Virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur fingið góðkenning sambært bæði havumhvørvisverndarlógini og umhvørvisverndarlógini.
Verandi uppisjóvarvirki hjá Varðanum Pelagic tekur ímóti móti makreli, sild, svartkjafti, lodnu, gullaksi og øðrum uppsjóvarfiski, sum m.a. verður skorin til flak og frystur.
Varðin Pelagic ætlar at víðka virksemið til eisini at framleiða fiskaprotein og lýsi burtur úr avskurði og fráskildum fiski frá verandi framleiðslu og í ávísum førum frá heilum ella pørtum av lastum, sum verða landaðar til virkið. Harumframt framleiðir virkið súrløgu frá fiski og avskurði frá framleiðsluni. Við nýggju framleiðsluni verður allur avskurður og onnur restrávøra frá verandi framleiðslu gangnýtt.
Í sambandi við verkætlanina skal millum annað nýggj útfylling gerast, har goymslubygningur til protein og lýsi skal byggjast, og skal verandi bygningur leingjast umleið 16 m í ein eystan. Eisini skal ein orkumiðstøð við tilhoyrandi 60 m høgum skorsteini gerast. Harumframt skal gerast ein goymsla til kemikalii, goymslutangar til protein og lýsi umframt tangar til súrløgu og meyrusýru.
Áðrenn góðkenning kann latast til verkætlanir og virksemi á sjónum og fram við strondini, skal felagið, sum ásett í havumhvørvisverndarlógini, gera eina umhvørvisárinsmeting, sum viðger hvørji árin ætlaða verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi á sjónum og fram við strondini.
Umhvørvisstovan hevur góðkent verkætlan hjá Varðanum Pelagic, at útbyggja virksemið á havnarlagnum á Tvøroyri við framleiðslu av fiskaproteini og lýsi. Góðkenningin hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum.
Góðkenningin er grundað á eina umhvørvisárinsmeting fyri samlaða virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, bæði núverandi og nýggja virksemið við framleiðslu av fiskaproteini og lýsi. Í umhvørvisárinsmetingini er verkætlanin og virksemið lýst, og mett er um ta ávirkan á náttúru og umhvørvi, á sjónum og fram við strondini, sum kann væntast av ætlanini, bæði í sambandi við bygging og rakstur.
Við støði í umhvørvisárinsmetingini metir Umhvørvisstovan ikki, at sjáldsom náttúra á sjónum, á botni ella fram við strondini fer fyri skeytið, at útlát av spillivatni fer at hava skaðilig árin á fjørðin ella at roykur, óljóð ella annað fara at vera til munandi ampa ella skaða fyri umhvørvið á sjónum ella fram við strondini. Tað verður møguliga nakað av ávirkan á rekreativ virði niðri við fjøruna eystan fyri virkið, men metir Umhvørvisstovan, at tað, at útfyllingin verður flutt útfrá fjøruni og at spillvatnsleiðingarnar, sum nú ávirka økið, verða førdar longur út, minka um hesa ávirkan.
Í góðkenningini sambært havumhvørvisverndarlógini og tilhoyrandi umhvørvisárinsmeting hevur Umhvørvisstovan sett ávísar treytir til virksemið, ið skulu tryggja, at árinið á náttúru og umhvørvi verður minst møguligt.
Virkið hjá Varðanum Pelagic skal eisini hava nýggja umhvørvisgóðkenning, sum ásett í umhvørvisverndarlógini. Umhvørvisstovan hevur veitt umhvørvisgóðkenning til virksemið. Henda góðkenning hevur heimild í § 26 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
Umhvørvisgóðkenningin er grundað á tilfar frá Varðanum Pelagic í sambandi við umsókn um umhvørvisgóðkenning. Harímillum lýsing av virkseminum, lýsing av umhvørvisviðurskiftum, frágreiðingar um óljóð og lukt og tekningar av virkinum.
Í Umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til virksemið, herundir treytir til raksturin, óljóð, spillluft, spillvatn og goymslur. Hetta fyri at fyribyrgja og minka um dálking av luft, vatni og jørð, at fyribyrgja og minka um ampar av larmi, at fyribyrgja dálking við burturkasti og at fremja endurnýtslu.
Umhvørvisárinsmetingin sæst her
Góðkenningingarskrivið til umhvørvisárinsmetingina sæst her
Almenna kunngerðin um góðkenning sambært havumhvørvisverndarlógini sæst her
Umhvørvisgóðkenningin sæst her
Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 23. desember 2024.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo