Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: Mikudagin kom frystilínuskipið Polarstjørnan á Klaksvík. Teir høvdu roynt á Rygginum, millum Føroyar og Ísland, og túrurin var hampiligur.

-Vit hava verið burtur í fýra vikur og hava góð 100 tons. Tað er hampiligur fiskiskapur, eisini tá vit hugsa um, at tað er fiskur, sum hevur góðan prís. Tað sigur skiparin Mikkjal Pauli Lamhauge.

-Stóra helvtin er toskur. So hava vit nøkur tons av svartkalva, og restin er mest longa og brosma, sigur hann.

-Á Rygginum royndu eisini fleiri føroyskir trolarar og nakrir trolbátar. Teir høvdu brúkiligan fiskiskap. Vit vóru einasta línuskip, sigur Mikkjal Pauli.

-Eg kann siga, at árið er hampiligt. Orsøkin er tíverri ikki tann, at tað hevur verið brúkiligur fiskiskapur við Føroyar, men tí vit hava havt kvotur við Ísland og Grønland. Tó skal sigast, at dagarnir á Føroya Banka royndust væl, sigur hann.

-Vit hava ein túr eftir í ár, og hann verður við Føroyar. Vónandi fáa vit nakrar dagar á Føroya Banka, tí har er vanliga stórur toskur at fáa, og hann hevur sera góðan prís, sigur Mikkjal Pauli Lamhauge.

Sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum, og fekk tá orðið á skiparan.

Teimum, og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo