BirkBloggur: Tey bæði, Anne og Anders i Norden, gera longu í fyrstu sending tað best eydnaðu sjónvarpsroyndina, eg minnist meg havi sæð, at lýsa eitt Norðurland uttan at seta seg sjálvan í senu sum fremmandan, men alla tíðina at søkja og gera seg til instrument í teirri góðu søguni, sum ikki er tilvild, bara tí hon rak framvið fotografinum hesa løtuna.
Nei, her er hvør søga og hvørt huglag gjøgnumkannað, tí research, hildið upp móti eini miðvísari ætlan um at seta mat á borðið, er lyklaorðið og støðugi arbeiðssetningurin.
Har menniskju møtast at bera fram smittandi søgur, ikki um korona, men tíðarleysar søgur um eksistentiell viðurskifti, ið taka ta tíð, tær taka, søgurnar, ið lýsa livikorini á staðnum meðan tey matgera og eta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo