Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

J&K Petersen: Í fjør summar staðfesti J&K Petersen í hálvársroknskapinum, at vend var komin í raksturin, eftir at 2022 og 2021 høvdu verið tung ár. Nú er so endaliga greitt, at góða gongdin helt fram alt árið í fjør, eftir at roknskapurin fyri 2023 vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi.

- Vit hava veruliga fingið vind í seglini aftur, tó at vit longu fyrra hálvár í fjør sóu, at ljósari tíðir vóru fyri framman. Vit eru sera fegin um, at vit megnaðu at halda fast um góðu gongdina og at skapa positivt úrslit, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður, tá hann stutt tekur saman um virksemið hjá J&K Petersen í 2023.

Á aðalfundinum 15. apríl var ársroknskapurin fyri 2023 lagdur fram og samtyktur.

Umsetningurin hjá samtakinum var 339,5 milliónir krónur í fjør, og hetta er tað mesta í søguni hjá samtakinum. Roknskapurin vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Nevnd og stjórn meta, at úrslitið er nøktandi – serliga sæð í ljósunum av mongu avbjóðingunum, sum felagið hevur havt.

Umframt viðgerð av ársroknskapi, skipaði nevndin seg av nýggjum á aðalfundinum. Christian
Andreasen heldur fram sum nevndarformaður, og Klaus Rasmussen og Ragnhild A. Petersen sum nevndarlimir. Jóannes Niclasen tók ikki við valinum aftur, Karl Andrias Petersen var valdur í hansara stað.

Christian Andreasen vísir enn einaferð á, at eigarar, leiðsla og starvsfólk vóru sera trúføst, tá felagið kom í tungan búskaparligan andróður, og at viðskiftafólk eisini vístu stóra vælvild, tá neyðugt var at taka stór tøk fyri at fáa felagið á rætta kós aftur.

Samtakið telur feløgini J&K Petersen Contractors, J&K Betong, Klettur og Miðvágs Grót.

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenør-fyritøkur í landinum og fæst við verklags-, bygnings-, tunla- og bertongarbeiði. Um 130 fólk starvast hjá J&K Petersen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo