Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Slovenia - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Slovenia - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Slovenia - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Eg eri sjálvandi ongantíð nøgdur við at tapa. Men avrikið í dystinum móti Slovenia er heilt góðkent, og eg haldi, at øll í hópinum kunnu hyggja hvønn annan í eyguni og siga, at vit gjørdu okkara besta, sigur venjarin, Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Týsdagin spældi føroyska U16-landsliðið við gentum fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Bosnia-Hersigovina. Mótstøðuliðið var Slovenia, og úrslitið gjørdist 1-0 til slovenar, sum fingu einasamalla málið í 32. minutti.

Okkara ungu gentur hava nakrar ferðir áður spælt móti Slovenia, og hevur talan nærum hvørja ferð verið um sera tættar dystir, og soleiðis var aftur hesaferð.

Venjarin valdi at byrja dystin við 11 teimum yngstu í hópinum, sum tilsamans telur 20 spælarar.

Í byrjanini sást, at hetta var fyrsti dystur í kappingini, og serliga fyrsta hálva tíman var spælið nógv órógvað av nervum, og slovensku genturnar vóru eisini leikliga omaná hesa løtuna.

Men sum fráleið komu okkara meir við – tær blivu tryggari á bóltinum – og tað, ið var eftir av dystinum, leikaði javnt á, við málmøguleikum til báðar partar. Bara hegnisligt spæl frá málverjunum gjørdi, at tað bara kom tað eina málið í dystinum.

– Nú hyggja vit fram ímóti næstu uppgávu, sum verður móti vertslandinum, ið er mett at vera sterkasta lið í kappingini. So tað verður væntandi ein øðrvísi dystur, har vit allarhelst fara at koma undir størri trýst, sigur Sigtór Petersen.

Dysturin millum Føroyar og Bosnia-Hersigovina verður spældur hósdagin klokkan 15:00, føroyska tíð. Fjórða landið í kappingini er Norðurmakedónia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo