Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nú um dagarnar hevði Dagur og vika forkunniga sending um føroyskar dýrgripir í London. Sum fekst at vita, vóru vakra kvinnutroyggjan og mongu brøvini avskipað úr Føroyum í 1807, men komu ongantíð fram. Skipini, Anna Maria og Fredens Forsvar, hjá kongaliga handli vóru nevnd í hesum sambandi.

Nú er at siga, at hetta vóru ófriðartíðir. Napoleonskríggini herjaðu, og stríð var millum Stóra Bretlands og Danmarkar. Bretar tóku øll donsk og norsk skip, sum teir fingu hendur á, og manningarnar vórðu settar umborð í bretsk fangaskip. Ógvuliga trupult var at røkja farmasigling millum Danmarkar og Føroya.

Føroyskir rithøvundar skriva um døpru tíðina. Vit nevna teir báðar, Anton Degn og Rolf Guttesen, sum viðgera evnið rættiliga væl í bókum sínum frá ávikavist 1929 og 2019.

Úr bókini: ”Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald,” 2016, taka vit hesar reglur:

”Nólsoyar Páll var í Keypmannahavn við Royndini (fríðu), tá ið bretar 2. til 5. september 1807 framdu álop á høvuðsstaðin og seinni tóku danska herflotan. Páll fekk loyvi frá bretskum admiráli at sigla farmaferð og kom til Føroya tíðliga í oktober 1807 við 248 tunnum av korni.

Sama dag, sum bretar lupu á Keypmannahavn (2. september 1807), tóku teir farmaskipið Annu Mariu, sum var á veg til Danmarkar úr Føroyum, og fáar dagar seinni, 10. september, tóku teir farmafarið Fredens Forsvar.

Hon var eisini á veg til Danmarkar úr Føroyum. Skipini, sum høvdu føroyskar vørur umborð, vóru seld sum krígsfongur í Stóra Bretlandi.”

Myndin (frá Petur Nolsø) sýnir Royndina fríðu, soleiðis sum havmyndamálarin Hans Skálagarð hugsaði sær hana. Hetta er fyrsta deksfar, vit við vissu vita vera smíðað í Føroyum.

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo