Hagstovan: 1,032 milliardir krónur vórðu útgoldnar í A-skattaðum lønum í august. Tað eru 54,6 milliónir meira samanborið við sama mánað í fjør, sum svarar til ein vøkstur á 6 prosent hendan mánaðin.
Gongdin vísir, at stígur kom í lønirnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020. Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan.
Kvinnur eiga størsta partin av vøkstrinum
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað, tá koronufarstóttin rakti. Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum. Soleiðis var eisini í august mánað.
Kvinnur fingu samanlagt 407,4 milliónir krónur útgoldnar í august, sum eru 34,3 milliónir ella 9,2 prosent meira enn august í fjør. Menn fingu 624,5 milliónir krónur útgoldnar í august, sum eru 20 milliónir ella 3,4 prosent meira samanborið við sama mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo