Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Sunnukvøldið klokkan 19.00 fer rútmiska kórið Glymur at framføra í Mariukirkjuni í Havn.

Tað hevur verið siðvenja hjá kórinum at framføra í Mariukirkjuni til jólar. Soleiðis verður aftur í ár, tó at okkurt er øðrvísi hesaferð.

Vegna koronustøðuna hava fyriskipararnir gjørt av at stroyma framførsluna, so øll skulu hava møguleika at uppliva og njóta sangin og tónleikin.

Glymur er blandað rútmiskt kór og er skipað sum undirvísing á Tórshavnar Kvøldskúla. Okkurt um 25 sangarar, kvinnur og menn, eru í kórinum, og kórleiðari er Hans Olivur Joensen. Tað hevur hann verið síðani 2018.

Skráin fyri framførsluna sunnukvøldið er blandað og ógvuliga fjølbroytt. Kórið fer at framføra 18 sangir. Talan er um eldri og nýggjari føroyskan og útlendskan sang og jólatónleik, umframt sangir, ið hóska seg til árstíðina. Útlendsku sálmarnir og sangirnir eru danskir, enskir og amerikanskir. Eisini verður jólaevangeliið lisið.

Glymur hevur vant sera nógv til hesa framførsluna og hevur eisini havt aðrar framførslur undan hesari. Fyrsta sunnudag í advent hevði Glymur eina væleydnaða framførslu saman við hornorkestrinum GHM í Hoyvíkar kirkju. Kórið er tí í góðum formi, og tey gleða seg at framføra sunnukvøldið, siga fyriskipararnir.

Tiltakið og framførslan sunnukvøldið er úrslit av samstarvi millum Tórshavnar Kvøldskúla, kórið Glymur, Mariukirkjuna og Tórshavnar kommunu.

Leinkið til stroymingina finnur tú her https://www.youtube.com/watch?v=h05Bhw6zIgQ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo