Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stutt fyri árslok fingu vit nýtt landsstýri undir heitinum: “Saman eru vit sterk”, samgonguskjalið varð undirskrivað og almannakunngjørt. Tíverri eru heldur ongar ætlanir fyri demensøkið at síggja hesa ferð. Tí senda vit enn einaferð tykkum, ið taka avgerðir okkara vegna, hesa áheitan og kunning.

Nú eru nærum 8 ár liðin, síðan Føroyar fingu Demensætlanina: “Gloymsk-men ikki gloymd 2015”, Demensvinarligt samfelag (lms.fo) , og er hon hornasteinurin í demensætlanini.

Men vit mugu staðfesta, at enn eru bara 2,47 landsdemenssamskiparar settir í starv. Sostatt tørvar okkum framvegis 2,8 samskiparar.

Søguliga gongdin er, at í desembur 2015 játtaði landsstýrið 200.000,00 krónur á fíggjarlógini fyri 2016. Síðan er játtanin økt eitt sindur hvørt árið og hevur verið 600.000,00 krónur okkurt árið.

Játtanin fer øll til landsdemenssamskiparar, sum eru bulurin, um vit skulu fáa einar demensvinarligar Føroyar og sostatt koma longur fram á leið.

Tað eru ikki øll lond, ið hava eina tílíka demensætlan, og Alzheimerfelagið fegnast um, at Føroyar eru so frammalaga á hesum økinum.

Í demensætlanini er nágreiniliga orðað, hvørji tiltøk neyðugt er at seta í verk fyri, at vit kunnu kalla okkum eitt demensvinarligt samfelag. Fyrsta stigið er at seta 5,3 landsdemenssamskiparar til alt landið, og teir skulu vera á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Hesir samskiparar skulu vera sjálvt undirstøðukervið á demensøkinum, og teir skulu vera millumliðið ímillum Demensklinikkina og eldraøkið í kommununum. Fyri borgarar undir 67 ár eru samskipararnir eisini millumliðið millum Demensklinikkina og Almannaverkið.

Eysturoyggin, Norðoyggjar, Norðurstreymoy, Vágoyggin og Sundalagið umframt borgarar undir 67 ár fáa tænastur frá einum landsdemenssamskipara, men í Suðurstreymoy, í Sandoynni og í Suðuroynni er enn eingin samskipari. Tað merkir tað sama sum, at enn vanta 2,8 samskiparar. Tá ið teir eru settur í starv, er málið rokkið. Tað fer at kosta landskassanum árliga á leið 600.000,00 krónur fyri hvørt ásverkið ella upp ímóti 2 milliónum krónum til samans. (Øll ætlanin liggur um 3 milliónir krónur til samans um árið).

Alzheimerfelagið heitir tí staðiliga á landsstýriskvinnuna í heilsumálum um at bera so í bandi, at hesin peningurin verður útvegaður á fíggjarlógini fyri 2023 fyri at fullfíggja fyrsta stigið í demensætlanini. Á tann hátt kunnu fólk við demensi og avvarðandi teirra fáa eins tilboð um tænastur frá landsdemenssamskipanini – sama hvar í landinum tey búgva, og hvønn aldursbólk tey hoyra til.

Tórshavn 16. januar 2023
Alzheimerfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo