Hava vit lært nakað eftir 2 ár við Corona, ið nú herjar á 4. sinni?
250 mió fólk kring heim hava verið sjúk, og yvir 5 mió fólk eru deyð higartil.
Av teimum eru yvir 1 mió fólk deyð í Evropa og 700.000 fólk deyð í USA.
Heimsins lond hava mist billiónir kr í framleiðsluvirði, og serliga fátæk lond líða hungur, tí m.a. matvørur eru dýrkaðar 30% bara í ár.
Hava vit gloymt, at COVID-19 byrjaði í Kina, ella royna vit at hjálpa Kinesiska kommunistaflokkinum (CCP) at sleppa undan ábyrgd av hesi skarnsgerð?
Latum okkum endurtaka nøkur sannlík fakta (eftir minninum) um hesa kommunistisku krígsavbjóðing. Ein skarnsgerð, tí at Vestanlond hava ment Kina úr lítlum og ongum til heimsins næst størsta búskap eftir 30 árum.
1. Korona breyt út á eini altjóða ítróttarstevnu fyri hermenn í aug/sept 2019 í kinesiska býnum Wuhan (13 mió íbúgvar = Danmark + Noreg + Finnland), har fleiri luttakarar gjørdust sera sjúkir, tó at eingin visti av hvørjum.
2. Á eini virologiskari royndarstovu hjá ‘Fólksins Frælsishermegi’ menti PLA vanligar krímvirusar til dreparavirusar, so teir broytast (‘mutera’) hvørjar 5-6 mánaðir og leypa aftur og aftur á fólk í nýggjum líki. (‘gain of function’).
3. Kommunist-Kina brúkar sínar granskarar til at njósnast og samstarva á flestu økjum við onnur lond, í virusvísindi eisini við USA. 79 ára gamli Dr. Anthony Fauci (teirra ‘landslækni’), er millummaður og hægst lønti almenni tænastumaður í USA. Fauci tjenar $ 4,3 mió (= 28 mió kr) um árið.
4. Fauci hevur logið amerikanska fólkið og Kongressuna fulla í 2 ár fyri at dylja, hvussu sterkur hesin virus er, ið hann hevur latið USA rinda part av.
5. Beijing duldi sum mansmorð í 4 mánaðir, at teir (av ósketni í frægasta lagi?) høvdu latið COVID-virusin leysan í Wuhan og segði, at hann stavar frá flogmús, mangolin ella øðrum kinesiskum svansimati.
6. Fyri at sletta sína slóð byrgdi CCP býin Wuhan av frá restini av Kina, men sendi flotar av flogførum við fólki úr býnum út um allan heim.
7. Í vanligari vanvirðing fyri mannalívum beindi CCP fyri granskarum og læknum í Wuhan, sum blivu sjúk. Teir enntá sveisaðu hurðar í krímraktum íbúðarblokkum aftur, har fólk doyðu sum flugur av sjúku, tosta og svongd.
8. Um árskiftið 2019/20 ruku skorsteinarnir á líkbrennistøðum í Wuhan líka tjúkt sum teir í Auschwitz síðstu mánaðirnar av 2. heimsbardaga.
9. Í jan 2020 mátti Xi Jinping vegna Kina skriva undir nýggjan handilssáttmála við Trump vegna USA. Trump noyddi Kina til at keypa landbúnarvørur úr USA fyri $ 250 mia (= 1,7 bill kr) árliga sum bót fyri at hava svikað í øllum lutum frá tí, at Kina, hjálpt av Bill Clinton, í 2000 bleiv limur í altjóða handilsfelagskapinum WTO.
10. Xi hevði fingið klórað niður í sáttmálan eitt fyrivarni (force majeure), ið frítók Kina frá at fylgja sáttmálanum, um onkur ‘náttúruvanlukka’ tók seg upp.
11. Somu viku frættist, at krúnukrímið legsaði fólk niður um alt Evropa, serliga í Milano í Italia, ið hevur stórt samstarv og handil við Kina.
12. Trump steðgaði straks allari flúgving millum Wuhan (seinni alt Kina) og USA. Sosialistisku Democrats skuldsettu Trump aftur fyri rasismu og fremmandahatur (‘xenofobi’), og mæltu alment øllum amerikanarum til at liva og láta, sum eingin fári var.
13. CCP mutraði sín etiopiska leigusvein, Dr. Tedros (PhD í heilsurøkt) leiðara í heilsustovni STs, WHO, til at bedýra fyri heiminum, at COVID-19 var vanligt beinkrím (influensa), ið ikki smittaði manna millum.
14. Australia kravdi sum fyrsta land eina altjóða kanning av Wuhan fyri at finna atvold til COVID-19. Xi Jinping revsaði Australia straks við at banna innflutningi haðani av byggi, kjøti o.ø. landbúnarvørum (men ikki koli og jarnmálmi) til Kina.
Hetta var støðan í feb/mars 2020 og fram til, at tað mesta av heimsins londum kendu snertin av og vóru farin í svart av hesi nýggju virussjúku.
Dems og vinstravendir flokkar og fólk kring heimin júkaðu og jótraðu lygnina hjá CCP og WHO um, at COVID-19 var ein náttúrlig virusmutatión frá dýrum til fólk og ikki mannelvd í eini kommunistiskari royndarstøð í Wuhan, Kina.
Síðan mars í fjør hava serliga Vestanlond (men ikki CCP) verið lamin av ræðslu fyri krúnukrími. Ruðuleikin skyldast meiri mannelvdum, politiskum og heilsufrøðiligum mistøkum enn av COVID-19 sjálvum.
Leiðararnir í Kina hava – øllum kommunistum líkt - logið og svikað við sínum egnu hagtølum um henda nútíðar ‘svartadeyða,’ teir blakaðu út yvir heimin.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo