Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Luis Martell frá University Museum of Bergen heldur skeið fyri GLOBECC um eyðmerking av hvalspýggju

Aino Hosia frá University Museum of Bergen og Amanda Vang úr Firum arbeiða saman um at greina hvalspýggjur, sum eru savnaðar saman í samband við GLOBECC ”kick off” treffið

Toymið vitjar Ian Salter frá Havstouni umborð á Jákupi Sverra fyri at hava hugarok, brainstorm, um, hvussu man á møguligar og hugsandi mátar kann savna saman hvalspýggjur úr køldum og heitum havstreymum

FIRUM:  Í august mánaði varð loyst frá landi við GLOBECC verkætlan um hvalspýggjur í føroyskum sjógvi. Tað er Dr. Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, sum stendur á odda fyri hesi verkætlan.

Í Noreg og Skotlandi hevur alivinnan avbjóðingar av smáu hvalspýggjunum. Tá hitin í sjónum er til vildar, blóma hesar hvalspýggjurnar í so stórar mongdir, at tað er til stóran ampa fyri alifisk, sum jú ikki fær flutt seg undan. Hvalspýggjurnar brenna sár á skræðu og táknur, og tað plágar fiskin illa.

GLOBECC er í ferð við at byggja upp eitt sterkt netverk av norskum granskingarbólkum og granskingarverkætlanum.

Herfyri vóru tveir serfrøðingar, við serkunnleika í ávikavist at eyðmerkja hvalspýggju við mikroskopi og arvafrøðiligum kanningum, her í Føroyum í eina viku. Endamálið var uppbyggja sterkt samstarv millum føroyskar og norskar granskingarstovnar.

Fremsti spurningur er at vita, um apolemia kann gerast sami trupulleiki her í Føroyum, sum hon er vorðin í Noreg.

Toymið møttist við starvsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum komu til GLOBECC við sínum serkunnleika í arvafrøði. Tey vilja nú brúka nýggjar hættir at kanna DNA frá føroyskum hvalspýggjum fyri at finna fram til, um talan er um sama slagið, sum hevur elvt til trupulleikar í alivinnuni í Noreg.

Havstreymarnir binda saman londini bæði, Noreg og Føroyar. Tí skulu vit arbeiða saman um og finna fram til, um og hvussu skaðiligu hvalspýggjurnar flytast frá heitu høvunum í suðri til kalda farvatnið uppi í arktis. Havstovan leiðir eina GLOBECC verkætlan um flytingar í havinum og savnar í hesum sambandi saman hvalspýggjur á túrum hjá Jákupi Sverra.

Hetta var fyrsta í eini røð av samlingum. Eitt sokallað ”kick-off”. Í vár koma granskararnir aftur til Føroya at arbeiða víðari við evninum. Í løtuni verða nógv sýni tikin, og nógvar dátur savnaðar saman. Síðani skal tilfarið arbeiðast ígjøgnum, áðrenn niðurstøður verða gjørdar. Ætlandi verður verkætlanin liðug í 2026.

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og við samstarvsstuðli. Ein síðuvinningur er, at umframt fleiri útlendskar samstarvsfelagar eru tað fleiri luttakarar úr Føroyum, sum arbeiða saman um verkætlanina.

Verkætlanarsamstarvsfelagar:

Føroyar
Firum - Verkætlanarleiðari. Amanda Vang, Eirikur Danielsen
Havstovan - Ian Salter
Heilsufrøðiliga Starvsstovan - Debes H. Christiansen, Maria Marjunardóttir Dahl, Petra Petersen
Sjósavnið - Heini Hátún
Bakkafrost - Jógvan Johansen

Noreg
Universitetsmuseet i Bergen - Luis Martell, Aino Hosia
Havforskningsintituttet - Tone Falkenhaug

Skotland
Bakkafrost - Kimberly McKinnell

Aino Hosia frá University Museum of Bergen og Amanda Vang úr Firum arbeiða saman um at greina hvalspýggjur, sum eru savnaðar saman í samband við GLOBECC ”kick off” treffið

Toymið vitjar Ian Salter frá Havstouni umborð á Jákupi Sverra fyri at hava hugarok, brainstorm, um, hvussu man á møguligar og hugsandi mátar kann savna saman hvalspýggjur úr køldum og heitum havstreymum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo