Í dag er fagnaðardagur fyri føroysku fullveldisrørsluna og Føroya land.
Fyri 77 árum síðani var rættiliga nógv sum talaði ímóti, at Føroya fólk skuldi velja frælsi, velja ábyrgd, velja bjartskygni, velja trúnna á egna mátt og megi, velja Føroyar!
Trúgv kann flyta fjøll, og trúgvin ger tað ómøguliga møguligt.
Trúgvin at vit duga, kunna og vilja sjálvi ger, at vit hava eitt so fantastiskt Føroyar sum vit hava í dag.
Hevði Føroya fólk ikki valt loysing tann 14. Septembur 1946, so høvdu Føroyar verið sum eitt niðurundirkomið Hetland.
Men so er ikki.
Vit eru eitt framkomið Føroyar. Vit eru komin langt á fullveldisleið, men vit steðga ikki her, tí tað er umráðandi at tala verður fyri føroyskum áhugamálum.
So kann onkur spyrja, hví halda áfram at minna eina fólkaatkvøðu, sum var fyri 77 árum síðani?
Vit kunnu sjálvandi ikki broyta søgunnar gongd, bara nútíðina. Men vit kunnu ei heldur leggja søguna frá okkum. At lata eyguni aftur fyri søguni, ger okkum bara blindan fyri nútíðini, fyri teir vandar og avbjóðingar ið nútíðin bjóðar.
Loyndarmálið hjá bjargingini eitur áminning.
Ein áminning um, at sjálvt um tað ofta sær dapurt út, so skal tað nokk ganga. Tað riggar har viljin er til staðar, og trúgvin á egna megi er sterk.
Vit eiga avgerðina, vit eiga ábyrgdina. Tað er kærleikin til móðurlandið, sum er drívmegin handan viljan at skapa menning í hesum landi.
Fullveldisandin er sterkur, og trúgvin um tær frælsu Føroyar er sterk.
Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo