Arbeiðsuppgávan hjá okkara komandi sjófólki verður at stremba ímóti eini klimaneutralari skipaferðslu, nýggjum orkuskipanum og grønum havnum við einum heilt nýggjum orkuinfrastrukturi.
Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu fyri nýklæktum skiparum, skipsførarum og maskinmeistarum á Vinnuskúlanum í Havn fríggjadagin.
Grønar loysnir á sjónum
Í røðu síni greiddi borgarstjórin frá týdninginum Føroyar fara at fáa, nú skipaferðslan fer at vaksa av, at nýggjar siglingarleiðir lata seg upp í Arktis. Ì hesum sambandi legði hann dent á týdningin, at komandi maskinnmenn og navigatørar vera við í altjóða arbeiðnum, sum longu er byrjað, at leggja skipaferðsluna um til grønar og klimaneutralar orkuloysnir.
- Hetta kemur at krevja nýhugsan, fjølbroyttar maritimar loysnir, og stórar umleggingar í skipaferðsluni, sum tit skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar koma at umsita og stjórna, segði Heðin Mortensen.
Kommunan og umhvørvið
Í røðu síni boðaði borgarstjórin frá, at Tórshavnar Kommuna hevur samtykt ein umhvørvispolitikk, har alt virksemi í framtíðini skal taka støði í umhvørvinum.
- Vit vilja gera okkara til at slóða fyri einum grønum og burðardyggum samfelag. Tað er breið semja um, at vit vilja tora at ganga nýggjar, grønar leiðir, og vit vilja samstarva við virki og einstaklingar, sum hava síni serligu íkøst at geva nýmenningini, segði Heðin Mortensen m.a. í síni heilsan til teir nýggju navigatørararnar og maskinmeistararnar.
FNU fegnast
FNU fegnast um almennu fráboðanina frá borgarstjóranum. Hetta ber boð um, at vit hava eina høvuðsstaðarkommunu, sum er tilvitað og tekur ábyrgd, tá umræður avbjóðingina við veðurlagsbroytingunum, bæði á landi og sjógvi.
FNU ynskir nýggju skiparunum, skipsførarunum og maskinmeistarunum blíðan byr og hjartaliga tillukku við prógvunum. Samstundis vilja vit ynskja Tórshavnar Kommunu og skipavinnuni góða eydnu við stóra og týdningarmikla arbeiðnum við grønu umleggingini.
Grein um røðuna hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, á Vinnuháskúlanum kann lesast her.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
22. januar 2022
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo