Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ikki hvørt orð, tú skalt svara til, og ikki hvørt gildi, tú skalt fara til, sigur gamalt orðafelli. Men eg helt kortini, at eg skuldi viðmerkja henda margháttliga glantrileikin, ið fer fram í KvF millum systkinabørnini Barbaru Holm og Anniku Olsen.

Pallurin er settur, men leikurin hevur onki innihald og onki tíðindavirði, talan er bara um eitt løgið spæl fyri gallarínum í eini roynd at upphevja seg sjálvan og samstundis finna eitthvørt at lasta sitandi borgarstjóra í Havn fyri.

Í Degi og viku sendingini rundaði Barbara Holm av við at siga, at hon í fleiri dagar hevur roynt at fáa viðmerking frá mær um málið. Rætt er, at KvF hevur biðið um innlit í, hvussu nógv samkynd sitandi borgarstjóri hevur vígt.

Nú er tað so, at Tórshavnar kommuna skrásetir ikki, hvør er samkyndur ella ikki – tey vígdu skulu verjast og ikki viðgerast alment í miðlunum. Men KvF fekk hagtølini og meira var ikki at svara uppá, tí hevði eg onga viðmerking.

Uppblásta málið snýr seg sostatt um vígslu av samkyndum. Tað var øgiliga avgerandi fyri Anniku Olsen at vera fyrsti borgarstjóri í Føroyum, ið vígdi samkynd. Tað gjørdi hon tvær ferðir í 2018.

Eftir tað fekk hon so stórar trupulleikar við sítt egna politiska bakland, at vinkonurnar á Vaglinum tóku yvir. Hetta var tó - so ótrúligt tað ljóðar - alt “púra av tilvild”.

At hon fór at fáa trupulleikar visti hon sjálvsagt væl frammanundan. Tí er eitt sindur løgið trý ár seinni at standa í KvF við grátirødd og kenna seg særdan, tí ein samkoma heldur fast um sína læru og sín praksis.

So má mann onkursvegna flyta fokus. Og hvat hevur mann annars systkinabørn til? Jú, “mann hoyrir ymisk ting” og “tað er komið mer fyri oyrað” at sitandi borgarstjóri heldur og metir bæði eitt og annað.

Og tað má mann so ógvuliga opportunt skapa tíðindi burturúr, nú mann hevur fría atgongd til ein almennan pall í KvF.

Síðan eg tók við sessinum aftur á Vaglinum eru bara tvey samkynd pør vígd. Hvørki av pørunum bóðu um at verða vígd av borgarstjóranum sjálvum.

KvF hevur enntá gjørt sær tann ómak at kanna, um eg var til arbeiðis hesar dagarnar. Tey áttu at vita, at eg eri til arbeiðis hvønn dag, og eg havi fullan kalendara hvønn dag. Og gjørdu tey sær ómak, so vistu tey eisini, at borgarstjórin hevði stórar uppgávur hesar dagarnar.

Eg skilji nú, at Barbara Holm vegna systkinabarnið eisini hevur verið eftir flokksformanninum í Javnaðarflokkinum at vita, hvat hann nú heldur um hetta ímyndaða og sjálvskapta problemið hjá systkinabørnunum. Ikki eiti á ídni.

Grein 16 í hjúnalagslógini sigur, at sýslumaðurin og borgarstjórin hava vígslumyndugleika, men kunnu geva einum ella fleiri øðrum persónum henda myndugleika teirra vegna.

Tað kemur tí eisini fyri, at pør ynskja ávísan persón at standa fyri vígsluni. Skipanin er sostatt rímiliga greið og fleksibul. Fleiri hava fingið hetta loyvið frá mær.

Nú vóru ikki nógv hagtøl at arbeiða við fyri hetta árið. Og tilvildin má sær ráða, hvørjir myndugleikapersónar eru tøkir til givin høvi. Eg havi ikki noktað at víga nakran, og lógina skal eg jú halda.

Sum borgarstjóri havi eg sovítt gjørligt roynt at gera øllum til vildar, hildið frið á øllum frontum, og roynt at vera so fjølbroyttur sum gjørligt. Eg havi vígt fólk í fleiri samkomum í Havn og í bygdunum, í privatheimum, feløgum, úti í náttúruni og so framvegis.

Tí eri eg sera keddur um slíkan ágang sum hendan. Tí slíkur ágangur ger onki gott og hevur bara til endamáls at skapa óneyðuga øsing, avmarkingar og trupulleikar, og at seta bólkar uppímóti hvørjum øðrum. Og ongin vinnur nakað politiskt uppá slíkan ágang. Tvørturímóti.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo