Lost Tapes of the 27 Club er eitt heilt serligt album.
Tí her hava tey brúkt kunstigan intelligens - gjørt vit - til at endurskapa og gera heilt nýggjan tónleik frá eitt nú Jimi Hendrix, Jim Morrison, Kurt Cobain og Amy Winehouse, sum øll hava tað í felag, at tey doyðu bert 27 ára gomul og tí av fjepparum eru koyrd í sonevnda Club 27.
Gjørda vitið hevur við at lurta eftir bitum av tónleiki hjá áðurnevndu tónleikarum gjørt heilt nýggjan men meinlíkan tónleik.
Tónleikurin kann millum annað hoyrast á spotify.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo