- Nú havi eg í áleið 4 ár upplivað at onkur hevur gjørt ''fake profilar'' av mær á Facebook, Instagram og Snapchat, skrivar Fróði Olsen á sínum Facebook vanga.
- Hann skrivar og fylgir bara konufólki. Eg fekk hettar at vita fyrstuferð í 2016 at ein profilur við navni Fróði Olsen hevði skrivað til eina vinkonu hjá mær. Eg tók beinavegin og meldaði profilin á Facebook, hann var eisini slettaður beinavegin.
- Aftur seinni fekk eg at vita frá einari aðrari vinkonu at ein profilur við mínum navni hevði fylgt henni á Instagram og hevði skrivað til hana. Eg tók eisini og meldaði henda profilin fyri at vera fake á Instagram, og helt eg at hann nú var slettaður. Men so var ikki, eg hevði bert blokerað hann og tí sá eg ikki hann og tí havi eg ikki gjørt nakað fyrr enn nú.
- Eg fekk at vita at sami profilur enn er til og skrivar til gentur. Fólk ið ikki kenna meg væl halda at hettar er mín profilur. Eisini havi eg funnið útav at har er ein profilur á Snapchat sum eisini skrivar til konufólk.
- Eg havi tosað við løgregluna um hettar, men av tí at hann sigur at hann ikki er eg, tá tær spyrja so gera teir einki við málið.
- Men tá eg skrivi til hendan profilin so fái eg einki svar frá honum, men tá ein vinkona skrivar til hann svarar hann.
- Profilurin á Instagram eitur frodi_olsen_ og hevði tað verið deiligt um tit fóru á Instagram og meldaðu profilin so hann vónandi blívur slettaður. Eg veit tíverri ikki hvat profilurin á Snapchat eitur.
- Eg havi bert 3 profilar á teimum sosialu miðlunum, tað er hesin, Instagram; frodiolsen og sama navn á Snapchat. Allir aðrir profilar eru fake profilar.
- Eg havi viðheft nakrar myndir, so tit kunnu siggja hvat hann skrivar. Eg havi koyrt øll nøvn vekk fyri at ikki útstilla nakað av konufólkunum hann skrivar til, skrivar Fróði Olsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo