Fleiri av liðfeløgunum hjá Greenwood, millum annað Cristiano Ronaldo, Paul Pogba, Victor Lindelöf, David de Gea, Edinson Cavani og Marcus Rashford, er givnir at fylgja Greenwood á Instagram og í dag hevur Manchester United strikað allar sínar vørur við Greenwood navninum á, eftir at dama hansara, Harriot Robson, legði út fleiri myndir, video og ljóðupptøkur, har hon bløddi og hevði fleiri blá merki á kroppinum.
Tað skrivar Daily Mail.
Sambært The Athletic fer Manchester United ikki at hjálpa Greenwood juridiskt undir einum møguligum rættarmáli, skrivar norska Nettavisen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo