Ongir bilar koyrdu á Francis Scott Key Bridge í Baltimore í USA, tá hon í gjár varð ásiglt. Men fleiri mans arbeiddu uppá vegin, og minst seks teirra eru ikki komnir aftur í aftur. Og nú eru bjargingarfólkini givin at leita.
Skipið "Dali", sum danska bingjureiðaríið Maersk hevði leigað, sendi út neyðarkall áðrenn tað rendi á brúnna, tí tað fekk ikki manøvrera og vandi var fyri samanstoyti. Tí lukkaðist at stongja brúnna, so ongir bilar koyrdu á henni. Men arbeiðsfólkið var enn á brúnni tá tað stoytti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo