Akustiskur gittari hjá Beatles-liminum John Lennon er í dag seldur fyri 2,9 milliónir dollarar á eini auksjón í New York. Tað svavav til umleið 20 milliónir í okkara pengum.
Hetta er hægsti prísur á gittara sum er seldur hjá limi í The Beatles nakrantíð. Tað skrivar tíðindastovan dpa.
Í fleiri ár var hildið at gittarin var horvin, inntil hann herfyri varð funnin aftur á einum lofti, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo