Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Kjarnan í kristna boðskapinum er, at í trúnni á Jesus Krist eru vit nýggir skapningar, tað gamla er farið, og alt er vorðið nýtt. 

Fullkomin, undurfullur og syndafríur. Tað eru hesir eginleikar Jesu, ið eru okkara vegur til Guðs og rættvísi hansara. Vit, ið snáva og synda í hugsan, orðum og verki.

Tað er bjargingin, at Jesus okkara vegna átók sær heimsins synd. Í sáttargerð hansara eiga vit ein náðigan Guð. Syndin er strikað, tá ið ein syndafríur varð dømdur og revsaður okkum til friðar og gleði. 

Sálmaskaldið – Dávid kongur – hevði álit á, at tað var pláss fyri einum syndara undir náðar veingjum Guðs.

Náði merkir Guðs trúfesti, at hann er trúfastur og rættvísur, hóast vit svíkja, snáva og falla. Í sálmi 51 í GT nemur náðin tann týdning, at vit hjá Guði møta umsorgan og fáa ta hjálp, ið vit í egnari góðsku ikki hava uppiborið.

Dávid kendi syndarinnar byrðu tyngjandi, tí hann – hóast føll – tók síni viðurskifti við Guð í álvara. Syndin er okkum íborin, so vit seta okkara egnu fatan í fremstu røð. Tann ítøkiliga syndin er altíð ein fylgja av tí ósjónligu syndini í hjartanum, at vit niðurskriva ella seta Guðs boð og skipan til síðis. 

Dávid bað um fyrigeving syndanna, ta ferðina Nátan profetur var komin til hansara, eftir at Dávid hevði ligið við Batsebu, konu Uria Hetita.

Tað bar so á eitt kvøldi, at Dávid fór av legu síni og gekk og spákaði uppi á takinum á kongshøllini. Tá bar hann eyga við konu, ið tvó sær. Hon var avbera fríð í ásjón, og vakra sjónin ávirkaði mannin. 

Dávid fregnaðist um, hvør konan var og sendi boð eftir henni. Tá hon var komin til hansara, legði hann seg við henni, og hon varð við barn.

Søgan um hesa løtu við dragandi ást er munandi vakrari enn fylgjurnar. Kongurin legði eina ætlan og skipaði so fyri, at maður Batsebu, Uria Hetiti, varð sendur í bardaga og settur, har orrustan var harðast.

Uria fall á vali, og kongurin tók konu hansara sum konu sína. 

Syndin nemur ikki einans okkara egnu viðurskifti við Guð. Talan er mangan um fylgjur, ið eru óhepnar fyri næstan ella medmenniskjað. Syndin er sostatt ikki burturav eitt andaligt fyribrigdi. Misgerðin sæst ítøkilig í tilveruni.

Dávid kom í neyð av síni synd. Syndaneyðin er ein nívandi veruleiki, hóast vit sjáldan nýta orðið í nútíðar prædikum. Vit umskriva hetta fyribrigdið, so tað ljóðar minni átrúnaðarligt. 

Bæði í trúarlívi teirra kristnu og í tí verðsliga samfelagnum er tað satt, at tað, ið vit gera ella lata vera við at gera, fær fylgir. Hjáárinini eru sjónlig í tilveru og degi. Tyngjandi huglag, samvitskubit ella ein feril av andaligari strongd.

“Náða meg, Guð, fyri miskunn tína, fyri tína stóru várkunn strika út misgerðir mínar! Tváa meg allan reinan frá míni søk, frá míni synd meg reinsa! Tí misgerðir mínar eg veit, synd mín er mær altíð fyri eygum! Eina móti tær eg havi syndað og gjørt tað, ið tær tykir ilt, at tú mást rættvísur vera, tá ið tú talar, reinur, tá ið tú heldur dóm!” (Sálmur 51,3-6).

Bønin hjá Dávidi staðfestir, at evstu fylgjurnar av syndini nema Guð. Í sáttmálanum millum Guð og tað útvalda fólkið, er Ísrael bundið til at gera tað, ið er gott í eygum Guðs. Tey tíggju boðini taka atlit bæði at Guði og menniskjum. At fremja óndar gerðir móti menniskjum er at synda ímóti Guði og seta skipan hansara til viks.

Niðurstøða Dávids er døpur og álvarsom: “Sí, í misgerð eri eg føddur, í synd hevur móður mín meg gitið.” (Sálmur 51,7). 

Vit, ið eru skapað og myndað í Guðs mynd, eru bundin at tí veruleika, at vit liva í tíðini eftir syndafallið.

Ávirkanin av fallinum nemur alt. Fallið hjá tí eina fekk ávirkan á øll menniskju til allar tíðir. Vit eru uttanfyri urtagarðin í Eden, hóast portrið inn í Paradís stendur opið vegna Jesus og fullgjørda verk hansara á Golgata krossi og uppreisn av deyða páskamorgun.

Skulu vit nú vera hugtung, døpur og missa mótið? Nei, als ikki!

Vit skulu gera tað, ið skaldið gjørdi í neyð sínari. Vit skulu angra okkara syndir og í Jesu navni biðja Guð um fyrigeving. So lýsnar aftur, og vit, ið eru gitin í synd, fáa náðir at liva eitt nýtt lív, fræls og frí í fyrigeving syndanna.

Fyrigivin synd gevur orku til framtíðina og skapar gleði í nútíðini. Í Guðs ríki er ikki einans talan um fortíðina. Um nútíðin og framtíðin eru í Guðs hondum, er lívið ríkt, annaðhvørt vit liva ella doyggja. Amen. 

Orðið: “Veit mær aftur gleði um frelsu tína, halt mær uppi við einum reystum anda!” (Sálmur 51,14). 

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo