Kringvarpið hevur eina grein í dag á heimasíðuni um tvey floksting, flokstingini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, og skal dømast út frá nøgd av orðum, so er ein greiður vinnari.
Telja vit orðini í greinini, so fær formaðurin hjá Tjóðveldi eini 400.
Telja vit so endan, har beskedni stubbin er kroystur uppí hjá formanninum í Javnaðarflokkinum, so fær hesin formaðurin einans um 50 orð, ella sagt á annan hátt, so fær formaðurin í Tjóðveldi átta orð, tá ið hin formaðurin fær eitt.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo