Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Februar er vanliga ein av laku mánaðunum hjá gistingarhúsunum við fáum vitjanum.

Í februar 2022 vóru gistinæturnar um 9.000 í tali. Tað er ein vøkstur upp á 21% í mun til sama mánað í fjør.

Góð 31% av kømrunum á gistihúsunum vórðu brúkt í februar, samanborið við 24% í fjør.

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í februar vóru 94% av gistingunum á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum.

Føroyingar áttu bróðurpartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í februar, sum vóru gott 5.200 í tali ella 58% av gistingunum. Talið av gistináttum hjá føroyingum var áleið tað sama sum í februar í 2021.

Ímeðan talið av gistináttum hjá dønum vaks við 66%, nærum tvífaldaðist talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark samanborið við í februar í fjør.

Innskrivingar
Innskrivingarnar vóru knappliga 4.800 í tali í februar 2022, sum er 14% hægri enn í februar í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Talið av ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark er farið at vaksa aftur. Tað er meira enn ferfaldað síðan februar í 2021 og innskrivingarnar eru nú næstan 500 í tali. Enn restar nakað í at koma upp á sama stig sum í februar 2020, tá tær vóru 800. Talið av føroyingum, ið gista á gistingarhúsum, er á leið tað sama sum í februar í 2021. Føroyingar áttu tríggjar fjórðingar av innskrivingunum í februar í ár.

Nýtslustig
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 31% av kømrunum vórðu brúkt í februar, samanborið við 24% í februar í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo