Hagstovan: Í november 2021 vóru gistinæturnar knappliga 10.400 í tali, sum er met fyri einstakan novembermánað. Gistinæturnar vuksu 23% samanborið við sama mánað í 2020 og vóru eitt vet hægri (4%) enn í 2019.
Í november í 2021 vóru 10.352 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru stívliga 1.900 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í 2020. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Føroyingar og danir høvdu næstan javnt nógvar gistinætur á gistingarhúsunum í november - um 4.000 gistinætur. Talið av gistinætrum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark veksur nú aftur. Tað er meira enn tvífaldað í mun til november í 2020. Hóast tað manglar enn eitt sindur í, at koma upp á sama støði sum í 2019. Talið av gistnætrum hjá føroyingum minkaði hinvegin ein fjórðing av tí, sum tað var í november í 2020. Tó er talið nakað hægri enn í 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo